Orðblindalærarar fáa tímajáttan

Skúlarnir fáa størri sjálvstýri og tímatalið í svimjing og alis- og evnafrøði verður økt.

3Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, skrivar í lesarabrævið í dag, at nú verða broytingar í fólkaskúlanum frá komandi ári.

 

Millum broytingarnar er, at tímatalið til svimjing verður økt. Sambært landsstýrismanninum verður hetta gjørt fyri at økja um trygdina hjá næmingunum. Somuleiðis verður tímatalið í alis- og evnafrøði økt við einum tíma um vikuna.

 

Orðblindalærararnir fáa eisini betri umstøður. Nýútbúnu orðblindalærarnir gerast partur av førleikastovuni, og fáa tímajáttan til teirra virksemi.

 

Eisini fáa skúlaleiðslurnar størri sjálvstýri.

- Leisturin at játta tímar til skúlarnar verður broyttur nakað. Endamálið við hesum er at geva leiðslunum størri rásarúm, tá um ráðlegging og raðfesting ræður í einstaka skúlanum, skrivar Bjørn Kalsø.


- Langskygda málið er at skipa sjálvstøðuga skúlafyrisitng undir Mentamálaráðnum, sum skal taka sær av tí dagliga og rakstrinum, samstundis sum leiðslurnar í skúlunum so við og við  fáa  størri ræðis- og rásarúm at mynda teirra skúla. Mentamálaráðið verður tá yvirskipaður politiskur myndugleiki, og ikki fyrisitari á økinum, skrivar landsstýrismaðurin at enda.