Hósdagin 1. juni 2017 er Klaksvíkar Kommuna vertur fyri einum integratiónsdegi, har tað snýr seg um mannagongdir á økinum. Tveir altjóða serfrøðingar frá Intercultural Cities Programme (ICC) og føroyskir samstarvspartar luttaka. Til høvið fáa serfrøðingarnir kunnað seg um, hvat Klaksvík ger fyri at fremja integratión, umframt at eggja verður til sterkari samstarv millum viðkomandi partar á økinum.
- Í samfelag okkara hoyra vit javnan um føroyingar í útlondum, sum gera sær heilt serligar royndir og nema sær serkunnleika. Men ofta síggja vit ikki talentini og førleikarnar hjá tilflytarum í okkara egna samfelagi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í integratiónsnevndini.
– Eg trúgvi, at tilfeingi og ríkidømi, sum vit vanliga seta í samband við fiskivinnuna, finna vit tilsvarandi ímillum okkara egnu her í okkara mentanarliga fjølbroytta býi. At býurin er limur í Intercultural Cities Programme, gevur okkum ikki bara ein møguleika at vísa okkara avrik innan integratión, men eisini ein møguleika at fáa innlit í royndir og munagóðar mannagongdir í øðrum londum, sigur Jógvan Skorheim.
Á integratiónsdegnum fáa serfrøðingarnir frá ICC høvið at hitta og hoyra samstarvspartarnar í tí almenna og privata siga frá teirra arbeiði og royndum á integratiónsøkinum. Tað snýr seg tó ikki bara um framløgu av avrikum á økinum, men eisini er høvið at hava eina vanliga samrøðu, har orðaskiftið kann fella á avbjóðingarnar um, hvussu tikið verður ímóti broytingum og annars hugsanir um integratión í gerandisdegnum hjá samstarvspørtunum. Burtur úr orðaskiftinum fáa serfrøðingarnir frá ICC bæði upplýsingar og nærri innlit í arbeiðið hjá Klaksvíkar kommunu. Ummælið verður síðan fyrireikað og lagt fram við metingum og tilmælum, serliga tillagað til okkara samfelag.
Integratiónsdagurin verður í býráðshøllini í Klaksvík hósdagin 1. juni.