Orðaskiftið um at loyva samkyndum at giftast gerst alt hvasssari, longur líður út á dagin.
Frontarnir eru trektir skarpt upp: samgongan fer at atkvøða fyri uppskotinum og andstøðan ímóti.
Ivi hevur verið um, hvat einstøk tingfólk fara at atkvøða, men sum dagurin er gingin, so stendur heilt greitt, at her er talan um eitt mál, sum samgongan tekur undir við og andstøðan er ímóti.
Meðan tosað var meira um sjálva lógina og tær broytingar í fyrsta partinum av orðaskiftinum, so hevur seinnaparturin víst, at tey tingfólk, sum hava tikið greiða støðu skrúvað meira upp fyri retorikkinum.
Av teimum tingfólkunm, sum ivi hevur verið um, hvat tey fara at atkvøða, hevur bert Annika Olsen, Fólkaflokkurin, greitt boðað frá, hvat hon fer at atkvøða.
Í sínari røðu segði hon seg taka undir við, at borgarligu rættindi verða givin teim samkyndu, men at hon ikki fer at taka undir við uppskotinum, sum er til viðgerðar í dag.
Ivasamt hevur eisini verið um Heðin Mortensen og Kristin Michelsen fara at atkvøða fyri uppskotinum, men sums tøðan er júst nú, so fara teir báðir at atkvøða fyri málinum.
Tað er eisini nevnt fleiri ferðir, at Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin, møguliga fer at artkvøða fyri uppskotinum, men síðani tá hevur Sambandsflokkurin sjálvur gjørt eitt uppskot, sum fer at geva samkyndum rætt til skrásett parlag.
Uppskotið fær tó ikki viðgerð nú, tí tíðin at leggja uppskot fram í hesi tingsetuni, er farin.
So gitingarnar nú eru, at málið verður samtykt við 2.viðgerð, sum tó langt frá er liðug enn.










