Orðabøkur og kavaveður

Ja, ikki so fá lógu innikavað í seinasta kavastormi. Ja, tað eru mong ár síðani ,so nógvur kavi legðist um landið, so ikki var koyrandi bygdanna millum. Ein ávísur hugni kann verða undir bitunum heima við hús ein slíkan dag, um ikki veðrið ger bart og skaðar knýta knútin, serliga um mannaskaði skuldi átt dagin og løtuna.

Ja, tað er nógv vatn runnið í á, tú hoyrdi, at allir Vestmenningar lógu innikavaðir. Útvarpið kom javnan og segði frá støðuni kring oyggjarnar. Tað hevði verið tungt og møðsamt  at grivið hetta við koluskeið og spaka – ógjørligt! Nú eru amboðini so snildisliga gjørd, so tað er lagamanni at grava við hesum  “ skeiðum”. Nú hoyra vit, at bilarnir um nøkur fá ár ikki fara at tørva bilførarar. Alt verður talgilt. Um hetta verður galdandi fyri gravkýrnar, vita vit ikki. Kanska tær, sum grava til Vestmanna, tí har situr maður, Jonhard Mikkelsen, og  hongur talgildar bøkur út á snór á alnótini, so tað fer ikki at skorta at fáa gravkýrnar upp í hesa digitalisering.

Tað var so sjáldsamt at hoyra útvarpið greiða frá gravingini til Vestmanna.  Roynt varð av øllum alvi at fáa gjørt ein geira, ella rás ígjøgnum dungakavan til henda ediliga stað, so koyrandi varð. Um onkur var neyðsendur, so mátti sleppast til Vestmanna ella út um eingjargarðarnar í hesi bygd . Vestmenningar hava hugnað sær, nú høgættin var komin til hús og hevði lagt seg. Havi hoyrt onkran fuglfirðing sagt, at vestmenningar vóru so heivir – róligir. Teir ríða kanska ikki sama dag, sum teir saðla, men fram koma teir. Teir líkjast kanska fuglfirðingum eitt sindur.

Útvarpið bar eisini tey tíðindi, at næmingarnir á studentaskúlanum í Hoydølum gjørdu bart i hesi kavaódnini. Teir mótmæltu, at teimum var sítt atgongd til orðabøkur Sprotans, tí ikki var peningur til tess. Hann komi til mín. Vestmanna lá innikavað, men so knappliga bórust tey tíðindi, at Sprotin hevði gjørt avtalu við land og kommunur, at ikki bert studentarnir í Hoydølum skuldu fáa loyvi at brúka orðabøkur Sprotans. Allur tann víði heimur, smbrt. útvarpinum, fekk atgongd til hesa gullorðarúgvu..... og lukka, landið og kommunurnar skuldu rinda fyri hesa kavarudding!

Har sat Jonhard Mikkelsen á sínum góðsi við Hornavegin í Vestmanna innikavaður og hugnaði sær. Hann og hansara hirðkonur og hirðmenn fingu lagt út á netið 13 orðabøkur til allan tann víða heim... 13 sprotavindeygu... Tað var ikki koyrandi til Vestmanna henda dag, men tað hevur ongantíð verið  í okkara málsøgu, at so stór kavarudding  er farin fram málinum at frama á so yndisligan hátt og so skjótt. Vit skulu minnast til, at tað var ikki koyrandi til Vestmanna, men trettan orðabøkur úr Vestmanna vórðu lagdar út  til tann víða heim at brúka á alnótini... hetta var ein dýrdarloka, sum fann  vegin út um allar eingjargarðar til onnur garðalið í hesi verøld.. ein streymur av orðum í einari kavaguvu. Minnist til, at Vestmanna lá innikavað henda dag.

 

Frits