Listaleypurin er verkstova, sum Katrina í Geil, sniðgevi, og Rakel Helmsdal, rithøvundur, hava ferðast kring landið við.
Her hava børnini havt møguleika at spælt sær við orðum og litum, og eisini eru hesi sett saman á sín egna hátt.
Á framsýningini eru tað 65 børn úr Meginskúlanum á Sandi, Frískúlanum við Hoyvíkstjørn og úr Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, sum sýna fram, tað sum tey hava fingið burtur úr Listaleypinum.
Úrslitini verða sýnd fram í Mentamálaráðnum, og almenn fernisering av framsýningini verður nú mikudagin klokkan 15. Framsýningin verður at síggja fram til 1. juni.
Til ferniseringina fara Birita Poulsen og Jósef Zachariassen frá Musikkskúla Miðnámi at framføra nakrar sangir.