Hesi eru Orca, SIC og Martin í Grund. Í heimasíðuni skrivar G! MINI, at øll hesi trý nøvnini hava so ella so tilknýti til Grót og G! Festivalin. Orca manningin er kend úr bólkum sum Clickhaze, Gestum og Enekk. Í SIC spæla fleiri gøtumenn og Martin í Grund er syðrugøtumaður, búsitandi í Onglandi. Eisini boðar G! MINI frá, at fleiri nøvn enn tað sama verða ikki knýtt at skránni, sum nú telur 32 nøvn.