Á myspace heimasíðuni hjá ORCA er eitt nýtt lag lagt út, sum kallast ?Volmar?.
Á blogginum hjá teimum er ein sera áhugaverd søga at finna um hetta lag... Eins og við øllum løgunum á fløguni er lagið tikið upp í stóru maskinhøllini í fjósinum hjá pápa Jens, Innan Glyvur. Alt er innspælt live við heimagjørdum ljóðførum. Bogi á Lakjuni spælir hydroharpu, Jógvan Andrias á Brúnni spælir tunnur, Magni Højgaard spælir kvørn og Jens sjálvur spælir basspela.
Á myspace síðuni skrivar Jens: ?Skeg at pápi mín uttan at vita at vit tóku upp, opnaði portrið til maskinhøllina í takt til tónleikin, sum skiftir frá miðpettinum til tað seinasta pettið í lagnum. Eitt deiligt ljóð og ein
deilig tilvild, minnist eg meg hugsa?, skrivar Jens. ?Men her er tað heilt stuttliga: meðan vit tóku upp, hevði eg eina mikrofon standandi inni í fjósinum, har neytini stóðu. Eg hevði gloymt alt um hesa mikrofon, inntil eg lurtaði eftir upptøkunum í Kensaltown Studios í London, har eg ljóðblandaði. Tá eg lurtaði eftir hesi mikrofon einsamallari hoyrdi eg tað løgnasta av øllum: Ein kúgv sang við tónleikinum, ikki bert í rættari tíð, men í røttum tóna! Eg blandaði hetta
sjálvandi við restina av upptøkunum. Tú hoyrir hon (kúnna, red.) í niðursetta pettinum í miðjuni, og hon heldur fram inn í seinasta pettið. Móti endanum av lagnum gongur hon púra amokk og hon eigur eisini seinasta tóna á øllum lagnum. Men kanska verður eitt sindur trupult at taka hana við á konsertferð...?
www.myspace.com/jenslthomsen










