Orca og Gestir í Bygdarhúsinum á Strondum komandi vikuskifti

Leygarkvøldið 19. apríl verður konsert við eysturoyarbólkunum Orca og Gestum í biografsalinum í Bygdarhúsinum á Strondum. Konsertin byrjar kl. 20.00
Orca spældi eina væl vitjaða konsert á Kambsdali farna vikuskifti. Konsertin á Strondum komandi leygarkvøldið er liður í fyrireiking til framførslur hjá Gestum og Orca, ið verða í Belgia og aðrastaðni fyrst í mai mánaði.

 

Gestir, ið góvu fyrstu og væl móttiknu fløgu sína ?Burtur frá toftunum? út fyri tveimum árum síðani, er broyttur eitt sindur, síðani teir vóru at hoyra m.a. á G! Festivalinum í summar. Teir, ið mynda bólkin leygarkvøldið, eru Ólavur Jákupsson, sang og el-gittar, Torfinnur Jákupsson, el-gittar, Jens L. Thomsen, el-bass og Jógvan Andreas á Brúnni, trummur.

 

Orca, ið gav út fløguna ?Livandi Oyða? stutt fyri jól, er sermerktur á tann hátt, at ljóðførini, ið nýtt verða, eru øll gjørd úr burturkasti og ymiskum avløgdum lutum, ið funnir vórðu í einum fjósi innan Glyvur fyri góðum tveimum árum síðani. Jens L. Thomsen spælir upp á hegnpelabass, Bogi á Lakjuni spælir einstreingjaða slide rørlampu, Ólavur Jákupsson spælir upp á fløskuorgul og syngur, Jógvan Andreas á Brúnni spælir upp á ymsar tunnur úr plasti og jarni, og Kári Sverrisson spælir upp á boga og sag, eina oljutunnuharpu og syngur.

 

Atgongumerki til konsertina fáast við dyrnar. Kostnaður 100kr.