ORCA í LM Handlinum

LM Handilin á Kambsdali hevði eitt ára føðingardag leygardagin 12. apríl, og løtan varð hátíðarhildin við eini forvitnisligari konsert í handilinum. Luttakandi vóru ORCA og Martin í Grund.

 

ORCA er verkætlanin hjá Jens L. Thomsen, sum varð fødd í einum fjósi Innan Glyvur. Útgavan frá tí upprunaligu konsertini hevur vakt miklan ans - eisini uttan fyri Føroyar, og ORCA er longu umbiðið at spæla ymsastaðni kring Evropa. Tað er trupult at ferðast millum lond við tunnum, kompressarum, hegnpelum og neonljósrørhaldarum, men ORCA fer til Brüssel, Sveits og Týsklands at spæla í mai mánaða. Um øll útgerðin (minus kúgv nr. 63) kemur við út at ferðast er enn óvist.

 

Jens og hansara menn megnaðu tó at fáa alt (uttan kúnna) inn í LM Handilin leygardagin, har teir framførdu eina framúrskarandi góða konsert.