Ummæli
Pætur G. Larsen
Bygdarhúsið er torført at finna. Ja, so torført, at eg má biðja um hjálp frá einum staðkendum bygdamanni. Tað er ikki ein og hvør, ið tímir at brúka sovorðna tíð uppá at leita eftir einari konsert langt úti á bygd. Eg eri tí rættiliga sannførdur um, at øll tey, ið hava leitað sær inn higar, eru her fyri at hoyra tónleikin og ikki bara fyri hugnan í tí.
Stemningsfullur larmur
Tá eg endiliga komi inn í lítla hølið í bygdarhúsinum, er tað næstan fultsett. Eyka stólar verða settir upp úti við síðuna, so øll sleppa at sita. Tað fyrsta, eg beri eyga við, eru øll tey løgnu ljóðførini, ið fylla pallin. Ein pelabassur, ein sýrudunkur, eitt fløskuorgul og ein gøtu kustur eru nøkur av ljóðførinum, ið ein sær.
Rúmið er dimmlitt, og mesta av ljósinum kemur frá eini video uppvørpu, ið lýsir upp á pallin, sum síðani kastar ljósið út aftur yvir áhoyraranar. Tað er ein góður stemingur her inni, ið Knút Háberg Eysturstein skapar við at leggja góðan tónleik á sín plátuspælara. Fólk hugna sær og práta óført, ímeðan tey bíða eftir, at konsertin skal byrja. Fólk tykjast eitt sindur forvitin at hoyra hesar báðar bólkar, kanska helst ORCA við teimum løgnu ljóðførunum.
ORCA leggur út, og sjálvt um fjøldin er lítil, klappar og floytar hon, meðan manningin gongur upp á pallin at finna síni ljóðføri. Tað er næstan sum at vera til fótbóltsdyst, so spentir eru áhoyrararnir. Bólkurin byrja at spæla, og tað tekur teimum bert ein sang at fáa øll við uppá tað. Fólk eru bergtikin og rúnarbundin av tónleikinum.
Ymsar myndir og video verða sýndar á eitt lørift, sum hongur handan pallin. Hetta skapar ein heilt serligan dám. Tónleikurin er transukendur, og til tíðir droymi eg meg í annan heim, ímeðan myndirnar spakuliga skifta.
Aftaná næsta sangin hoyrist ein øgiligur larmur, men eingin tykist at taka sær av tí. Tað hoyrir bara til framførðsluna. Men Kári, forsangarin í bólkinum, greiðir frá, at tað er ein luft kompressari, sum ger, at ljóðførini kunnu virka, og til tíðir tendrast hann og larmar óført.
Eysturlendskt fólkatekno
Tá ORCA hevur spælt nakrar sangir, royni eg at samanbera, hvør annar ljóðar soleiðis, men eg komi ikki á nakran. Kári spælir uppá okkurt, ið ljóðar sum ein eysturlendsk harpa, ímeðan tað, hann syngur, ljóðar sum okkurt fólkakent. Rútmurnar hjá trummuleikaranum, Jógvan Andreas, ljóða uppá onkran máta teldugjørdar, sjálvt um tær eru frá einari luftslangu og ymsum tunnum. Heildin minnir um ein føroyskan fólkatónleikara, sum hevur búð í eysturlondum í nøkur ár og gjørt aukustiskan tekno tónleik. Ljóðar kanska eitt sindur løgi, eg veit. Men tað er tann tættasta samanberingin, eg kann koma til.
Tað kemur sum ein skelkur aftaná bert nakrar fáar sangir, tá Kári sigur okkum, at teir nú skulu spæla sítt síðsta lag. Tí eg helt, at teir lógu inni við meira av tilfari. Tá hesin sangurin er liðugur, klappa øll og reisa seg fyri teimum. Og sjálvandi verða teir klappaðir uppaftur á pallin. Kári sigur síðani, at teir til allarsíðst skulu spæla ein nýggjan sang. Og her er tað, ið eg haldi er mest áhugavert: Eykalagið hjá ORCA, sum eisini er tað nýggjasta, er tað, mær dámar best. Tað sigur mær so mikið, at bólkurin er í fer við at blíva betri. Aftaná sangin reisast øll enn einaferð og klappa, sum manningin gongur av pallinum.
Stílfullur larmur
Tað eru ivaleyst mong, ið hava roynt at sett seg við eitt ómetaliga dýrt og flott ljóðføri, men tað einasta ljóðið, ið ein hevur fingið klimprað burturúr, er óljóð. ORCA er akkurát mótsetningurin av hesum. Manningin í bólkinum er partur av elituni innan føroyska tónleikapallin, men hetta kvøldið spælda teir uppá heldur vánalig ljóðføri, sum stemma illa. Ljóðførini tykjast vera torfør at spæla uppá og klossut at stemma. Serstakliga fløskuorgulið, ið er sett saman av plastikkfløskum við vatni í og luftslangum, sum blása tónan framm. Tað ávirkar tó ikki framførsluna hjá teimum, tí teir duga at larma við stíli. Áðrenn eg fór á konsertina, hevði eg hoyrt nógv gott um ORCA. Men eg var ikki greiður yvir, at tað fór at vera so gott. Teir eru uttan iva á rættari leið og fara vónandi at vinna seg fram úti í heiminum.
Gamlir Gestir koma á vitjan
Tá steðgurin er av, og fólk byrja at sessast aftur, er luftin tung. Enn einaferð er fjøldin spent og bíðar eftir, hvat Gestir nú munnu fara at bjóða, tí útskifting hevur verið í manningini. Ímeðan bólkurin stemmar síni ljóðføri, ger DJ Knýtil tað aftur hugnaligt við sínum tónleiki. Gestir eru til reiðar og fara í gongd.
Onkur misskiljing ger, at teir koma heldur klossut í gongd, og ov langur steðgur millum sangirnar ger, at ein missir fokus. Ljóðmyndin er stílfull, men tað, teir borðreiða við, er bara ikki gott nokk til hesar kræsnu áhoyrarar. Myndirnar á stórskíggjanum megna heldur ikki at halda lurtaranum. Eyguni byrja at hyggja aðrastaðis enn á pallin, og høvdini venda sær á. Til tíðir spæla teir somikið hart, at oyruni bara kitla, men lítið fer inn til hjartað. Og sjálvt um teir ljóða til at brúka nokk av brennievni, megna teir ongantíð heilt at koma á flog eins og ORCA.
Sum áður nevnt, hevur manningin í Gestir havt eina útskifting, og er tað elektroniska elementið hjá bólkinum farið. Enn hevur hann eina myrka ljóðmynd, men bólkurin ljóðar nú meira sum ein vanligur rock bólkur, og minnir til tíðir ótrúliga nógv um Radiohead. Fløgu útgávan hjá bólkinum var fjølbroytt og góð, men tað kann ikki sigast um framførðsluna hetta leygarkvøldið. Sum heild minna sangirnir ov nógv um hvønn annan. Ein veit ikki heilt, nær ein sangur endar, og nær ein annar byrjar. Tað, Gestir framføra, livir ikki upp til tað, eg hevði væntað av bólkinum. Teimum vantar onkran strukturur, so tað er lættari at fylgja við. Og eg haldi eisini, at fleiri, ið sita í bygdahúsinum, eru samd við mær í hesum.
Tá teir hava spælt nakrar sangir, reisa summi seg upp, ikki fyri at klappa, men fara út at fáa sær fríska luft. Tað er kanska ergiligt fyri tey, tí at ímóti endanum á konsertini koma Gestir fyri seg. Við síðsta sanginum koma teir heilt á flog, og teir fáa eina væl uppiborna hond fyri avrikið.
Tíðin vil vísa
Tað tekur nógva tíð at skapa sær eina nýggja ljóðmynd, kanska fleiri ár. Gestir høvdu einaferð fatur í rætta endanum, men tað sær út til, at ORCA nú hevur yvirhálað. Tað er skuffandi, tí tá Gestir byrjaðu, høvdu teir eina góða byrjan og ljósa framtíð, og siðurin til Prix Føroyar var uppiborðin. Men tá alt hetta er sagt, so vóni eg eisini, at teir í framtíðini koma sterkt aftur.
Í komandi tíðini verður spennandi at vita, um hesir báðir bólkarnir fara at kempa fyri at útvikla sín tónleik. Tí sum maðurin segði: Uttan møði, eingin feitur tónleikur!