Tað sama fáa Gestir, Boys in a Band og Budam eftir Atlantic Soundscapes Miðlar í Belgia rósa føroysku bólkunum, eftir tiltakið Atlantic Soundscapes. Ummælini kunnu lesast á www.soundslike.be/nieuws/?articleID=3059
Eisini eru umboð fyri franskar miðlar forvitnir og onkur teirra fegnast um, at føroyski tónleikaheimurin nú er vorðin almennur og kendur í Fraklandi.
Jaligu umrøðurnar koma í kjalarvørrinum av Atlantic Soundscapes, har føroyskir bólkar so at siga lótu eitt vindeyga upp út í heim.