Tey sum fara í Sjóvar kirkju langafríggjadag fáa kortini hetta forvitnisliga høvið, tá verkið Judas Iskariot verður framført.
Tað er norðmaðurin Tord Gustavsen sum hevur gjørt tónleikin, meðan ein annar norðmaður, Willy R. Kastborg sum er búsitandi á Strondum hevur gjørt tekstin.
Kórið Tarita undir leiðslu av Sunnleifi Rasmussen fer at framføra tónaverkið.









