Tað eru nú tvry ár síðani, at landsfundurin hjá Tjóðveldi samtykti at gera eina orðing um samkynt hjúnarband á fundi i Fámjin.
Líka síðani hevur verið arbeitt við einari orðing til hesa samntyktina.
- Málið var eisini viðgjørt í Hvannasundi seinasta landsfund, men tað gongur ikki so skjótt, tí tað skal nógv redigering til. Men eitt fyribils uppskot verður í hvussu er lagt fram á fundinum fríggjakvøldið, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í landsnevndini hjá Tjóðveldi.
Hon sigur, at ætlanin er, at eitt liðugt orða uppskot skal sendast út til lokalfeløgini til viðgerða.
- Men tað er so ikki gjørt enn, tí vit eru ikki komin á mál við orðingini, sigur Óluva Klettskarð.
Hon sigur, at lokalfeløgini tó verða við á landsfundinum, har í hvussu er eitt útkast verður lagt fram.
- Vit eru greið um, at tað kann skapa eitt sindur av ónøgd, serliga millum eldru limirnar, men vit hava kortini valt at viðgera málið um samkynt hjúnarband, sigur Óluva Klettskarð.
Hon væntar ikki, at flokkurin fer í tvíningar av hesum málinum.
- Eg eri greið um, at serliga eldru limirnir eru ónøgdir við hetta uppskotið, men eg meti ikki, at vandi er fyri, at flokkurin fer í tvíningar. Vit ynskja sum nevnt at viðgera málið, sigur Óluva Klettskarð.
Tað var Unga Tjóðveldi, sum trýsti á fyri at fáa flokkin at taka eina støðu til málið um samkynt hjúnarband, og tað var sum nevnt samtykt í Fámjin fyri tveimum árum síðani.
Tekur seg aftur
Óluva Klettskarð hevur annars boðað frá, at hon stillar ikki upp aftur til sessin sum forkvinna í landsnevndini.
- Eg havi sitið har í fýra ár, og tað krevur rættiliga fitt av arbeiði at binda øll liðini í flokkinum saman. Hartil er so tað, at eg siti sum forkvinna í bæði Trivnaðarnevndini og Havna- og Vinnunevndini í Klaksvíkar býráð, og tað eru postar, sum krevja nógv arbeiði, sigur Óluva Klettskarð.
Hon heldur tí, at tíðin er komin at gevast sum forkvinna í landsnevndini hjá Tjóðveldi.
- Tað er komið hartil, at eg nú má raðfesta, og tí havi eg valt, ikki at stilla upp aftur til postin sum forkvinna í landsnevndini hjá Tjóðveldi, sigur Óluva Klettskarð.
Hon sigur, at arbeiðið í býrðánum krevur nógv.
- Tað er jú eisini eitt arbeiði, eg geri fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð, og tað er komið hartil, at eg verið noydd at velja, og tað merkir eisini, at eg má velja frá, sigur Óluva Klettskarð.
Hetta verður sostatt seinasti landsfundur, har Óluva Klettskarð situr sum forkvinna í landsnevndini hjá Tjóðveldi.