Jógvan Mørkøre, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, segði okkurt við Sosialin fyri tveimum vikum síðan, sum ikki hóvaði ovastu leiðsluni á Fróðskaparsetrinum, Setursráðnum. Men hvat tað var, sum fall ráðnum fyri bróstið, ber ikki til at fáa uppspurt.
?Eg kann ikki vera ósamd í mátanum sum Jógvan Mørkøre lýsir mannagongdina í arbeiðinum við Menas-kanningini. Har var nógv, sum vit kundu havt gjørt betur, er einasta viðmerking, sum Malan Marnersdóttir hevur um greinina, har Jógvan Mørkøre úttalaði seg kritiskt um millum annað leiklutin hjá Fróðskaparsetrinum í arbeiðinum við at gera sonevndu Menas-kanningina.
Ov tætt at persónum
Malan Marnersdóttir upplýsir, at Setursráðið viðgjørdi úttalilsini hjá Jógvani Mørkøre, adjunkti á Søgu- og Samfelagsdeildini, á einum fundi og samdist um at summar av orðingunum hjá adjunktinum ikki kundu góðtakast.
Men hon vil koma nærri inn á hvørjar orðingar talan er um ella orsøkina til at tær ikki kundu góðtakast.
?Hatta er eitt mál, sum eg ikki kann úttala meg nærri um uttan at tað kemur ov tætt inn uppá persónar, sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya.
Rektarin vil heldur ikki meta um hví Jógvan Mørkøre hevur valt at biða um at sleppa í farloyvi í tríggjar mánaðir, og vil ikki koma nærri inn á innihaldið í tí skrivinum, sum fundurin í Setursráðnum kom fram til, og sum Jógvan Mørkøre í blaðnum í gjár lýsir sum eina hóttan.
Løgtingsmál
Í Mentamálastýrinum liggur í løtuni ein fyrispurningur til Óla Holm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingslimi, og bíðar eftir at verða svaraður. Fyrispurningurin snýr seg um viðurskiftini á Fróðskaparsetrinum og inniheldur millum aðrar spurningin: "Um tað verður landsstýrismanninum greitt, at álvarsliga atfinningarsom viðurskifti valda ella fara fram á Fróðskaparsetrinum, hvat ætlar hann so at gera við tað?".
Men at internu viðurskiftini á Fróðskaparsetrinum soleiðis eru evni á løgtingi fær ikki rektaran á Fróðskaparsetrinum til at blenda upp fyri tí, sum í hevur elvt til stríð millum leiðsluna og Jógvan Mørkøre.
?Vit hava givið Mentamálastýrinum teir upplýsingar, sum biðið var um, og vit eru til reiðar at svara upp á alt sum spurt verður um haðani, sigur Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Ikki bara í løgtinginum er áhugi fyri hvat hendir á Fróðskaparsetrinum, nú arbeiðið við Menas-kanningini hevur kastað ljós á internar trupulleikar. Í Sosialinum í gjár upplýsti Jógvan Mørkøre, at hann hevði biðið Magistarafelagið um at lata sakførara hyggja at málinum.










