EINSKILJING
Enn ein samgonguósemju hevur stungið seg upp. Hesaferð er evnið ikki løgmaður, men Fiskavirking, Framtaksgrunnurin og einskiljingar.
Tað sokallaða fullveldis landsstýrið setir sær fyri at fara undir einskiljingar, og í tí sambandi verður eitt fyrireikandi álit skrivað. Hetta álitið skal gera greitt, hvørjar fortreytirnar eru, og hvørjar almennar ognir eru best egnaðar at einskilji(privatisera).
Síðani tá er ikki tað stóra av einskiljing fara fram. Gaman í, samferðslan hevur merkt, at tað er komin ein nýggjur politikkur á økinum.
Nýggja nevndin í Framtaksgrunni Føroya, sum eigur m.a. Føroya Fiskavirking og Fiskasøluna, vendir sær 12. juni 2002 til Føroya landsstýri fyri at fáa eitt svar uppá, hvørt tann ætlaða ætlanin um at einskilja Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasølu hevur uppbakning frá politiska myndugleikanum.
?Nevndin í Framtaksgrunninum er greið yvir sína sjálvstøðugu ábyrgd og rættindi til at taka avgerðir í spurninginum um einskiljing av virkjum, sum Framtaksgrunnurin eigur, men hinvegin metir nevndin í Framtaksgrunninum, at tað í hesum málinum hevði verið ógjørligt at fremja eina einskiljing, sum er í stríð við hugburðin hjá politisku leiðslu landsins.
Soleiðis stendur m.a. at lesa í skrivinum, ið Framtaksgrunnurin sendi Bjarni Djurholm, landsstýrismanni við vinnumálum.
Nevndin í Framtaksgrunninum sigur í sama skrivi, at hon er vorðin í iva um, hvørt samsvar er millum uppskotið hjá Framtaksgrunninum og hugburðin hjá sitandi samgongu.
Tað stutta av tí langa er, at nevndin fyri Framtaksgrunnin er farin at ivast í, hvørt myndugleikin tekur undir við teirra ætlanum. Grundarlagið fyri hetta er samgonguskjalið, sum umtalar einskiljingar undir vinnupolitikkinum.
Hetta stendur at lesa í samgonguskjalinum:
?Tá virðisbrævamarknaður er settur á stovn, verður farið undir varliga og gjøgnumskygda einskiljing av vinnuligu fyritøkunum hjá landinum.
Partabrøv í fyritøkunum kunnu eftir greiðum reglum og fullum gjøgnumskygni verða boðin til sølu. Møgulig søla av partabrøvum eigur at órógva virksemið í fyritøkunum minst møguligt. Sølan skal geva fullan vinning og fult endurgjald fyri kreppuloysnirnar.
Almennar fyritøkur kunnu, um Løgtingið samtykkir tað, selja ella skipa fyri nýtekning av partabrøvum, sum verða boðin út ? lutvíst sum starvsfólkapartabrøv, til almenningin og/ella til strategiskar íleggjarar. Málið er, at landskassin fær sum mest burturúr, og at selt verður til hægstbjóðandi.
Peningurin kann nýtast at gjalda niður almennu skuldina?
Samt landsstýrið
Hin 2. juli svarar Bjarni Djurholm Framtaksgrunninum aftur. Málið hevur fyri á einum ? sambært Bjarna Djurholm ? fullmannaðum landsstýrisfundi. Tveir spurningar skulu svarast: um samsvar er við ætlanina hjá Framtaksgrunninum og politiska hugburðin, og hvør politiski hugburðurin er til ein møguligan útlendskan ognarpart í Føroya Fiskavirking.
Landsstýrismaðurin hevur gjørt tvey møgulig svør, men mælti til at taka undir við soljóðandi:
?Landsstýrismaðurin ynskir ikki at taka støðu og úttala seg um ítøkiligar ætlanir, sum Framtaksgrunnurin hevur, eru í samsvari við ella í mótstríð við politiska hugburðin í landsstýrinum/samgonguni, tí nevndin eigur at taka avgerðirnar samsvarandi viðtøkunum, og eigur herundir sjálv at taka støðu til um og hvørji vinnupolitisk atlit eiga at takast?
Tað vil so siga, at Framtaksgrunninum fær frítt spæl.
Í sama svarið stendur eisini:
?Á landsstýrisfundinum var semja um
at politiska leiðslan ikki eigur at blanda seg upp í virksemið hjá Framtaksgrunninum, og at einskiljing av almennum fyritøkum verða ikki framdar, fyrr enn virðisbrævamarknaður er farin at virka. Politiska leiðslan eigur at skapa støðugar karmar fyri vinnuna at virka undir, og møgulig einskiljing av almennum fyritøkum skal fremjast eftir greiðum reglum, gjøgnumskygt og samsvarandi marknaðartreytum.?
Tað vil siga, at eitt samt landsstýrið sigur, at bíðað eigur at vera eftir einum virðisbrævamarknaði, men Fiskavirking nýtist ikki at verða selt á einum tílíkum.
Heldur seg til svar
Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur svarað Framtaksgrunninum, og hetta svar heldur hann seg til. Hann tekur orðini hjá Tórbirni Jacobsen, um virðisbrævamarknaðin til eftirtektar, men hann heldur seg fast til svarið, hann longu hevur givið Framtaksgrunninum.
Hann vísir eisini aftur, at hann skal hava duldar ætlanir við Framtaksgrunninum, og hann biðjur Kristinu Háfoss, sum í lesarabrævi vísir á, at Fólkaflokkurin hevur havt ætlanir við Framtaksgrunninum, og onnur leggja prógv á borðið. Hann er kortini vísur í, at tað ikki eru nøkur prógv, tí hann sigur alt vera farið regluliga fram.