ORÐIÐ Í NORÐI

TíÐindaskriv

Eins og í fjør, verður aftur í ár høvi hjá føroyingum at hitta teir rithøvundar, sum eru í uppskoti at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2003.
Sunnudagin 9. februar klokkan 14 fara sjey av teim tilnevndu rithøvundunum at lesa upp og greiða frá um egin verk.
Tiltakið, ið nevnist "Orðið í Norði" verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum.
Rithøvundarnir, sum høvið verður bæði at hitta og hoyra í Norðurlandahúsinum henda dag frá klokkan 14, eru: Morten Søndergaard, Danmark, Pirjo Hassinen, Finnland, Hanus Kamban, Føroyar, Johann Hjalmarsson, Ísland, Jørgen Norheim, Noreg, Liv Køltzow, Noreg, og Eva Ström, Svøríki.
Tiltakið verður sent beinleiðis í Útvarpi Føroya. Við sama høvi fer Sámal Ravnsfjall at syngja "Eg elski bøkur", sum er ein sangur hjá Bubba Morthens, ið Martin Næs hevur týtt til føroyskt.Sangurin sæst niðanfyri.
Fyriskiparar handan tiltakið "Orðið í Norði" eru NORDBOK, Norrøna bókasavnsvikan, Norrønu feløgini, Útvarp Føroya og Norðurlandahúsið.

eg elski bøkur
sum málningar og litir orðini tey koma
móðirleysar stavir í fostur eg tók
bókin er gandur sum tíðina fjalir
hugflog títt mennist við at kaga í bók

bókin er og verður tín vinur
bókin er sum leskandi løkur
so satt sum tað er sagt
jú, eg teski tað, eg teski
at eg elski bøkur

vist var lívið fátækt, var her eingin pennur
okkum orð og bøkur ella kvæði gav
jú, vist var lívið syrgiligt var her bara sjónvarp
sigling um andans víða úthav

bókin er og verður tín vinur
bókin er sum leskandi løkur
so satt sum tað er sagt
jú, eg teski tað, eg teski
at eg elski bøkur

Av fløguni:
Bubbi "allar áttir"
Skífan 1996
Martin Næs týddi
23/9-2000
Prentaður í Vikuskiftinum 11/11-2000