Endiliga hevur ein ungur og djarvur yrkjari megnað at givið út savn.
Spælir ein eitt sindur við navnið á forlagnum Høsn suM geni agn, so finnur ein fram til høvundan á nýggjum og forvitnisligum yrkingasavni.
Tað er 22 ára gamli Høgni Magnussen úr Havn, sum hevur givið út yrkingasavn. Longu eftir at hava lisið heitið, er longsulin eftir at trilva og blaða víðari kveiktur. Í forvitnisliga savninum eru 36 yrkingar/ orðastubbar/orðgasmur.
Janus á Húsagarði eigur tekningarnar og Birita á Mýrini skreytskrift.
Orðgasmurnar hjá Høgna fáast kring landið fyri 65 krónur









