Orð eru ikki nóg mikið

Øll tosa um tey bleytu virðini, og hvat er meira bleytt enn okkara børn? Men føgur orð er ikki nóg mikið. Pengar skulu til, skulu vit hjálpa okkara børnum móti pedofilum, sigur Arnbjørn Fagraklett, ið sjálvur varð misnýttur sum barn

Arnbjørn Fagraklett og tvær kvinnur, sum eisini eru misbrúktar sum barn, ferðast í hesum døgum kring landið saman við ágangur.com, ið er felagið, sum B36 hevur stovnað í sambandi við teirra átak »vigt eru ímóti kynsligari misnýtslu av børnum« og KRIS.

Endamálið er at vitja ítróttafeløgini í landinum og har upplýsa um kynsligan ágang móti børnum.

Arnbjørn Fagraklett var sjálvur gjøgnum mong ár misnýttur sum barn, og tosar tí út frá egnum royndum.

- Tað gongur nógv slíkt fyri seg í Føroyum, og tað er alneyðugt at vit gera nakað fyri steðga misnýtsluni. Men politikarar siga bara føgur orð og lova meiri pening næstu ferð, og tað er ikki nóg gott, tí vit hava brúk fyri pengunum nú. Eingin veit, um KRIS yvirhøvur er til, tá næsta fíggjarlóg kemur fyri, sigur Arnbjørn Fagraklett.

Hann er serliga vónbrotin av nøkrum fáum politikarum, tí hesir greitt hava meldað út, at KRIS fær ongar pengar á fíggjarlógini fyri í ár, men kundu næstan tryggja, at peningurin kemur á næstu fíggjarlóg.

- Eg veit at KRIS hevur søkt um 1,6 milliónir krónur, og tað mátti ikki verið ov nógv tá hugsað verður um, hvussu týdningarmikið arbeiðið er, sum KRIS ger. Tær 200.000 krónurnar, sum felagsskapurin fær, røkka ikki langt, sigur Arnbjørn Fagraklett.

Hann vísir til, at KRIS hevur neyðuga førleikan at taka sær av misbrúktum børnum. Eisini hóast sálarfrøðingar vilja siga tað mótsatta. Um tað so kann vera einj orsøk til, at politikarar eru trekir at játta pengar til arbeiðið.


20% misbrúkt

KRIS er sjálvboðin felagsskapur sum er stovnaður fyri at hjálpa insestofrum og misbrúktum børnum, og øll ásanna, at felagsskapurin ger eitt stórt og munagott arbeiði. Men tað slítur upp á fólk at fáa alla hesa vitan um, hvussu pedofil misbrúka børnini, og tí eru fleiri fallin frá.

- Tað, sum vit í veruleikanum hava brúk fyri, er 24 tíma vakt. Og tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til hjá sjálvbodnum, har mugu fólk lønast, sigur Arnbjørn Fagraklett.

Sálarliga strongdin, sum børn koma undir, er so øgilig, at tey merkjast fyri lívið. Ella tey flestu í hvussu er. Tí er arbeiðið hjá KRIS so ógvuliga týdningarmikið.

- Mítt lív hevði ikki verið tað sama, hevði eg ikki fingið hjálp, so eg veit, hvat eg tosi um. Og tá vit samstundis vita, at 20% av børnunum í Føroyum verða misnýtt, so mugu øll skilja, hvussu týdningarmikið tað er at vit fáa neyðugu játtanina á fíggjarlógini, sigur Arnbjørn Fagraklett.

Tað er av alstórum týdningi at steðga teimum pedofilu, tá tey steðga ikki við eitt barn, men halda fram at misbrúka barn eftir barn.

- Og tað eru ikki bara mannfólk, sum misbrúka børn. Konufólk eru akkurát líka ring í so máta. Fólk halda automatiskt, at tað eru mannfólk, tosað verður um, tá tosað verður um pedofil, men tað er bara ikki so, sigur Arnbjørn Fagraklett.

Hann sigur eisini, at tey pedofilu sum oftast eru av allarfittastu fólkum, og tí ring at vara seg fyri.

- Tí er tað so týdningarmikið, at vit fáa pengar at arbeiða við og ikki bara vøkur orð frá politikarunum, sigur Arnbjørn Fagraklett.



Arnbjørn Fagraklett er sjálvur misbrúktur sum barn, og tí tosar hann út frá egnum beiskum royndum



Set hetta í ein kassa fyri seg:


5. hvørt barn misbrúkt


Sambært metingum hjá KRIS verða 20% ella 5. hvørt barn í Føroyum misbrúkt. Hagtøl í Danmark og Noregi vísa, at í teimum báðum londunum er talið 15%, og í sambandi við nógv umrøddu sjónvarpssendingina um misbrúk av børnum í Grønlandi kom fram, at 25% av grønlendsku børnunum verða misbrúkt.

KRIS vísir á, at tær 1,6 milliónirnar, sum felagsskapurin hevur biðið um, lættliga verða spardar inn aftur í sálarligari hjálp, hjúnarskilnaðum, sjálvmorðum og øðrum fylgjum, sum barnamisbrúkið førir við sær.

Sambært Arnbjørn Fagraklett er neyðugt hjá misbrúktum børnum at fáa hjálp, fyri at koma víðari í lívinum, og tí er so neyðugt, at peningur verður játtaður til KRIS.