Nú er Anders Fogh Rasmussen so farin heimaftur eftir sína fyrstu Føroya vitjan. Ongin ivi um, at her var ein glotti at hóma, fyri einum betri dialogi millum Føroyar og Danmark.
Men einastaðni eru Anders Fogh og Poul Nyrup ein og hin sami, og tað er í spurninginum um, hvussu langt føroyingar kundu sleppa á fullveldisleið. Teir brúktu báðir nøkur hugtøk, sum eg haldi, at teir sluppu í so væl avstað við. Nemliga hugtøkini ríkisfelagsskapur, javnbjóðis partar og orðið loysing. Hesi hugtøk verða brúkt, sum um at føroyingar og grønlendingar eru ein javnbjóðis partur við danir. Her er ikki talan um ein felagsskap, men um eina ríkiseind, har evsta valdið og yvirvaldsrætturin liggur í danska fólkatinginum. Og hetta er ein rættur sum danska stjórnin til ein og hvørja tíð vil varðveita, tí hesin rættur gevur pengar og vald.
Tá ið tú tosar um Sameindu Tjóða, Europasamveldið og Norðurlandaráðið, so kanst tú tosa um felagsskapir har allýsingin av hesum felagsskapum er, at teir eru felagsskapir millum javnbjóðis partar. Men hesar tjóðir, sum eru limir í hesum trimum felagsskapum hava allar fullveldi og tí eru tær javnbjóðis partar við hinar tjóðirnar í hesum felagsskapum.
Í orðaskiftinum millum Føroyar og Danmark tykist tað, sum at tað framhaldandi verður manipulera við hesum hugtøkum. Og summir flokkar á løgtingi hava enntá gjørt hetta hugtakið ríkisfelagsskapur til avgerandi markið fyri, hvussu langt teir kunnu fara á sjálvstýrisleið.
Orðini ríkisfelagsskapur og javnbjóðis partar verða brúkt positivt, og orðið loysing verður brúkt negativt. Anders Fogh segði, at vit kundu fáa so nógv sjálvstýri, sum vit ynsktu, men at markið gekk við ríkisfelagsskap, donsku krúnuna og danska gjaldoyra. Men hvat leggur hann í hugtakið ríkisfelagsskapur, og hvat kunnu vit eftir hansara leisti, sum vit ikki kunnu í dag.
Tá ið hann tosar um javnbjóðis partar, so ljóðar tað sum um, at Føroya Løgting og Fólkatingið skulu verða javnbjóðis ella líkastillaði yvir fyri hvørjum øðrum. Tá vit eru javnbjóðis partar, eftir Fogh´sa allýsing, hvør umsitur tá føroyska fullveldi og føroyska yvirvaldsrættin.
Eisini vita vit, at orðið ríkisfelagsskapur ikki finst í altjóða rætti, og at ongin faklig lýsing finst um, hvat orðið merkir.
Tá í hesi hugtøk framhaldandi eru avgerandi fyri støðutakanina hjá pørtum av løgtinginum og somuleiðis hjá Føroya fólki, hevði verið gott at fingið at vita frá m.a Anders Fogh, hvat hann leggur í hugtøkini ríkisfelagsskapur og javnbjóðis partar og loysing. Og vóni eg, at hann verður spurdur um hetta, tá ið høvi býðst!