Orðaskifti uttan veiggj

Lítið veiggj var í, tá aðalorðaskifti var um útoyggjapolitikk í løgtininunum mánadagin

 

 

Tað var fyri einum nærum tómum tingsali, at løgmaður mánadagin tók saman um aðalorðaskiftið um útoyggjaálitið.

Men tað var ikki bert meðan løgmaður røddi, at tingsalurin var nærum tómur. Undir øllum aðalorðaskiftinum um, hvussu útoyggjar skulu bjargast, vóru tað bert framsøgufólkini sjálv og onkur einstakur tingmaður afturat, ið var til staðar. Heldur ikki á tinghúsloftinum sóust fleiri tingfólk enn eini trý fýra onkra løtuna.

Sosialurin prátaði við nøkur av tingfólkunum á tinghúsloftinum, ið hóast lítlan áhuga ikki hættaðu sær at fara til hús undir orðaskiftinum. Millum øll teirra var breið semja um, at orsøkin til vantandi áhugan var, at økismenningarálitið, sum snýr seg um næstan júst tað sama, hevur verið til aðalorðaskiftis fyri fáum døgum síðani.

Harafturat hildu tingfólk, at tað líkist ongum at halda aðalorðaskifti um stórmál beint eftir, at álit eru handað og beint áðrenn, at tingið skal til hús fyri summarið og nógv mál skulu avgreiðast í ymisku nevndunum og síðani í tinginum.