Fiskivinnunýskipan fyllir ómetaliga nógv í politiska landslagnum.
Bæði Jøren Niclassene, Fólkaflokkurin, og Bill Justinussen, Miðflokkurin, vildu hava svar uppá ymiskar spurnignar frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, Tjóðveldi.
Bill Justinussen segði seg vera skelkaðan um, at øll rættindi skulu yvir eina uppboðssølu. Hann segði,a t hetta fyrstu ferð kom fram á einum fundi í Løkshøll og loypti hvøkk áhoyrarnar.
Høgni Hoydal svaraði, at onki nýtt er í hesum, men vísti samstundis til, at talan verður um eina skiftistíð, so tað verður ikki soleiðis, at øll rættindini verða seld 1.januar 2018 fyri spottprís.
Jørgen Niclassen vildi hava at vita, hví arbeiðssetningurin hjá nýskipanarbólkinum eru so trongur.
Munnligu spurningarnir í tinginum vístu greitt, at stór ósemja er um nýggjan fiskivinnupolitikk. Partar av tinginum vilja als ikki hava nakrar broytingar, meðan onnur tingfólk vilja hava broytingar, men ikki so ógvusligar, sum nýskipanarbólkurin leggur upp til.
Fríggjadagin skal politiski fylgibólkurin á fund við nýskipanarbólkin.