Orðaskiftið er um teir grundleggjandi spurningar um hvussu fiskastovnarnir best kunnu verjast. ICES og Petur Steingrund halda uppá, at vit best verja fiskastovnarnar, um vit ikki fiska alt ov nógv burturúr stovninum á hvørjum ári.
Jón Kristjánsson heldur harafturímóti, at vit skulu fiska so nógv, sum til ber. Jón heldur uppá, at toskastovnurin er so illa fyri beint nú, júst tí vit hava fiskað ov lítið seinastu árini.
Í orðaskiftinum koma báðir inn á toskastovnarnar í Kanada og í Grønlandi, sum hvurvu. Spurningurin er, um tað var ovurfisking ella hitaviðurskifti, sum gjørdu seg galdandi.
Jón Kristjánsson heldur ikki, at tað ber til at fiska ein fiskastovn upp. Her er Petur Steingrund heilt ósamdur og vísir millum annað á norðhavssildina.
Jón Kristjánsson hevur staðið á lønarlistanum hjá Fiskimálaráðnum í trý ár. Samstundis leiga vinnufeløgini Jón Kristjánsson at ráðgeva teimum í tilmælinum til Bjørn Kalsø, landsstýrismann.
Men íslendsku vinnufeløgini og íslendska stjórnin brúka ikki Jón Kristjánsson. Orsøkin er, sigur Jón, at hansara ráðgeving hevði tikið beinini undan kvotuskipanini. Meira hevði verið fiskað, men peningakervið er so fast knýtt at kvotuskipanini, sigur Jón, at órógv hevði komið í íslendska virðisbrævamarknaðin.
Petur Steingrund sigur í orðaskiftinum, at Jón Kristjánsson er skaðiligur. Jón svarar aftur og sigur, at ICES er at líkna við eina mafiu.
Orðaskiftið millum Petur Steingrund og Jón Kristjánsson kemur í Útvarp Føroya í dag klokkan 17.05.
Vertur er Helgi Jacobsen.