Orðaskifti stendur í stað

Tað kom ikki nógv nýtt fram undir orðaskiftinum um fosturtøku í tinginum mikudagin. Annita á Fríðriksmørk, Hans Pauli Strøm, Jákup Mikkelsen, Jenis av Rana og Bill Justinussen tóku orðið

Orðaskifti á tingi um fosturtøkumálið var ikki drúgt. Fyri uttan Annitu á Fríðriksmørk tóku bert mannfólk orðið, og allir søgdu seg vera í móti fríari fosturtøku. Tó segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, ikki nakað ítøkiligt um sína støðu til spurningin.
Bill Justinussen helt ikki, at orðaskifti um fosturtøku hevur ligið á laku síðuni.
? Mær vitandi hevur hetta kjakið verið frammi fleiri ferðir, og tað letur til, at tað er tann sama niðurstøðan hvørjaferð. Vit føroyingar gleðast um verandi lóggávu, og kanska ein meiriluti av Føroya fólki hevði verið fyri at stramma lógina upp, segði Bill Justinussen.
Hann vísti eisini á, at hann saknaði rættin hjá barninum í tosinum hjá Annitu.
Jenis av Rana eftirlýsti eisini rættin hjá barninum í øllum kjakinum. Men hann hevði sjálvur eitt uppskot um orsøk til, at tað ikki bleiv nevnt.
? Tá ein hugsar um fosturtøku, so er ein noyddur at kopla heilan frá. Barnið verður ongantíð nevnt í slíkum, tí ein kann ikki tosa um barnið, tá tað ræður um fosturtøku, segði Jenis. Hann legði út við at siga, at tann daprasti dagurin í søguni mundi vera hann, tá tann fyrsta fosturtøkan varð framd.
Annita á Fríðriksmørk royndi at fáa kjakið inn á rættindini hjá kvinnuni. Hon segði, at endaliga avgerðin liggur bara einastaðni, og í hennara verð er kvinnan betur egnað til at taka avgerðina enn ein lækni, sum støðan er í dag.
Orðaskiftið á tingi var ikki drúgt, og sum nevnt kom ikki nógv nýtt fram. Tó er tað undrunarvert, at tað bert var tann eini persónurin í tingsalinum, sum er fyri fríari fosturtøku, ið valdi at standa fram. Hinir tríggir vóru ímóti. Um hetta gevur eina rætta mynd av, hvør støða Føroya Løgting hevur til fosturtøkuøkið, er ikki gott at vita. Men um ikki fleiri velja at standa fram við teirra støðu, tað veri seg fyri ella ímóti, so verður torført at førka kjakið.