Føroya Løgting viðgjørdi hósdagin uppskotið til 1. útbjóðing til oljuleiting og framleiðslu av kolvetnum. Orðaskfitið vardi í fýra tímar. Eftir viðgerðina varð málið beint í Vinnunevndina hjá løgtinginum. Orðaskiftið gjørdist ikki so drúgvt sum kanska onkur hevði roknað við, og snúði tað seg ikki heilt óvæntað eisini í stóran mun um, hvar ein oljuútgerðarhavn skal liggja.
Nógvir tingmenn funnust at landsstýrismanninum í oljumálum, tí hann longu undan orðaskiftinum á tingi gjørdi greitt, at hann ætlar sær ikki at peika út eitt ávíst pláss í landinum til oljuútgerðarhavn.
Nógvir tingmenn róstu annars uppskotinum til 1. útbjóðingarumfar og hildu, at umsitingin hevði gjørt eitt seriøst og gott arbeiði.
Formaðurin í javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard helt, at skotbráðið hjá tingmonnum at seta seg inn í lógaruppskotið og tess viðmerkingar var alt ov stutt. Hetta helt hann eisini kom týðuliga fram í orðaskiftinum, sum heldur enn at snúgva um skatta- og avgjaldpurningar og spurningin um alment oljufelag ol. , kom at snúgva seg um oljuútgerðarhavnina.
Tingið má atkvøða um oljuútgerðarhavn
Spurningurin um oljuútgerðarhavnina fekk m.a. framsøgumann javnaðarfloksins, Henrik Old at skjóta upp, at løgtingið skal til atkvøða um, hvar oljuútgerðarhavnin skal liggja. -Tá landsstýrismaðurin ikki ger tað, so má løgtingið gera tað. Henrik Old helt tað tó vera løgið, at útlendingar, skotar og entá danir skulu avgera, hvar í Føroyum ein oljuúterðarhavn skal vera. Tí tað fór at gerast veruleikin, um tað bara skuldi vera upp til vinnuna at avgera hetta metti hann.
Undir orðaskiftinum fýltist Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum at oljumálaráðharranum fyri ikki at hava viljað ásett, hvar í landinum oljuvinnan skal vera, og hann helt tað vera óheppið, at ein atkvøðugreiðsla í tinginum skuldi til at avgera hetta. Hann metti tað framvegis mátti bera til at loysa hetta málið í landsstýrinum. Hergeir Nielsen vísti undir orðaskiftinum á, hvussu lítið stór oljufeløg oftani virdu fólkið í einum landi, har tey sluppu framat. Tingmaðurin helt, at vit sjálvir eiga at avgera, hvar vit vilja útbyggja eina komandi oljuvinnu í Føroyum.
Runavík góða atløgusíðu
Umboðið fyri ein annan av samgonguflokkunum, Kári Højgaard úr sjálvstýrisflokkinum, helt fyri, at tað er principielt skeivt at geva einum plássi fyrimunir. Tað skal vera eitt frælsi í hesum og serdeilis í hesum fyrsta leitingarumfarinum. -Vit hava so mikið góðar havnir, at tær kunnu møta teimum flestu avbjóðingunum at byrja við segði Kári Højgaard. -Lat tað vera frítt hjá kommununum at taka ímóti vinnuni segði hann og vísti til, at eitt nú Runavíkar kommuna kundi bjóða fram 2000 metrar av keikanti.
Hóast tær atfinningarnar um nettupp manglandi støðutakan til, hvar ein oljuútgerðarhavn skal vera, helt landsstýrismaðurin í oljumálum fast við støðu sína um ikki í dag at peika út eitt ávíst pláss í landinum til útgerðarstøð. Verður olja funnin skal politiski myndugleikin til ta tíð avgera, hvar oljuvinnan skal vera slerdi hann fast.
Hægri royalty
Nógvar viðmerkingar vóru annars til einstøku tættirnar í málinum. Eitt nú spurdu tingmenn, hví eitt nú royalty bert skuldi vera 2%, tá hetta aðrastaðni kundi vera nógv hægri. Ikki varð so nógv tosað um skattaspurningin annars. Onkur tingmaður helt tað vera skeivt at gera mun á oljufeløgunum og øðrum feløgum, nú partafelagsskatturin skuldi lækka til 20%. Ætlanin er at oljufeløgini kortini skulu koma undir 27% partafelagsskattin, sum kortini er væl lægri enn í nógvum øðrum londum.
Alment oljufelag ella optión
Tingmenn tosaðu eisini nógv um alment oljufelag. Eitt nú helt javnaðarflokkurin tað vera rætt at fáa eina optión inn í uppskotið, soleiðis at samfelagið seinni kundi taka avgerð um luttøku í møguligum útvinningum seinni.
Hesir og aðrir spurningar fara uttan iva at fáa eina gjølliga viðgerð í Vinnunevndini komandi vikurnar. (Blaðið fer annars í næstu viku at endurgeva og viðgera nærri nakað av tí, sum kom fram undir orðaskiftinum. Blaðm.)