Orðaskiftið um lendingarumstøður og turbulensávaring í er farið av leið. Tað heldur Vága Floghavn, sum fyri løtu síðan sendi út tíðindaskriv um hesi viðurskifti og soleiðis ynskir at kunna um fakta og umstøður, ið kunnu skapa greiðleika um viðurskiftini.
Víst verður á, at tað serliga eru tvey viðurskifti, sum eru havd á lofti í orðaskiftinum, nevniliga lendingarumstøður og turbulensávaring.
- Í fjølmiðlum er ført fram , at sonevndu veðurminima t.v.s. kravda sýnið í samband við lending - verða verri, eftir at flogbreytin er longd. Atfinningar hava verið frammi um, at nýggju innflúgvingartólini verða tikin í nýtslu nú, so versnar veðurminima.
Vága Floghavn vísir á, at her er týðandi at vita, at nýggju innflúgvingartólini herundir glíðbreytin - verða ikki sett upp, fyrr enn økið er ruddað, har gamalt spreingievni er funnið. Tá tólini eru uppsett, skulu royndarflúgvingar gerast, áðrenn Trafikstyrelsen góðkennir tey.
- Fyrst tá kann nakað sigast við vissu um, hvussu framtíðar veðurminima verða.
Vága Floghavn roknar tí við , at góðkenning av tólum og nýggj veðurminima eru avgreidd hin 21 mai í ár, og til ta tíð verða verandi tól og veðurminima galdandi. Hetta eru tey somu, sum eru brúkt í nógv ár.
- Turbulensávaringarskipanin, sum mátar turbolens í Sørvágsfirði, er nevnd fleiri ferðir og sagt er eitt nú, at skipanin er ikki eftirfarandi. Hesa lýsing av skipanini kennist Vága Floghavn ikki við.
Lagt verður aftrat, at hinvegin er greitt, at Trafikstyrelsen í løtuni bíðar eftir einari nágreiniligar og skrivligari frágreiðing frá Atlansflogi - um og í hvønn mun, felagið metir , at tubulensávaringin ikki er eftirfarandi.
- Tá Trafikstyrelsen hevur fingið nevndu frágreiðing, verður fundur millum Trafikstyrelsen, Vága Floghavn og Atlantsflog. Møguligar broytingar ella ábøtur verða gjørdar eftir úttalilsi frá trafikstyrelsen.
Vága Floghavn heldur tað vera púra náttúrligt, at ymisk sjónarmið koma fram, tá umstøðurnar broytast.
- Vónandi kunnu hesar upplýsingar skapa neyðugan greiðleika, sigur Vága Floghavn í tíðindaskrivi.