Við tí sum J.C. Carlsson skrivar ?Rolf Guttesen og mistøkini? í týsdagsblaðnum, koma vit ongan veg. Tí viðmerkingin hjá JCC snýr seg mest um gitingar um mína og annara fortíð. Tí hevði tað verið frægast, at JCC vist nakað um tað, hann skrivar um. Hóast hetta ikki verður nakað ískoytið til orðaskiftið politisku framtíðina, so noyðist eg stutt at rætta ymsar villur hjá JCC.
Oyggjaframi var ikki nøkur a-4 avís, sum JCC tekur til. Blaðið, hann helst hugsar um, kallaðist Framin, og hevði í vælmaktini í 70-unum eitt upplag uppá meira enn 1000, og tað var slett ikki so galið. Annars kann eg upplýsa, at tað sum undirtittul hevði orðini ?Sosialisma og sjálvstýri?. Og hesi grundleggjandi ýtir meini eg framvegir eru skilagóð.
Felagið, sum gav hetta blað út kallaðist Føroyskir Sosialistar. Tað var rættiliga breitt, og hýsti limum, sum ?niðri? vóru alt millum Sosialdemokratiið og DKP. Samstundis var eitt annað felag í Føroyum, sum kallaðist Oyggjaframi. Eina tíð var eitt vist samarbeiði, men tað slitnaði, tá Oyggjaframi í Føroyum fór at bekenna seg til maoismuna, og seinni til tað albanska paradísi, sum tað einasta rætta. Meðan enn eitt vist samstarv var, varð eg einaferð boðin við á fund í Havn, og tað varð eitt sera sjáldsamt upplivilsi. Fundurin varð settur við at orðstýrarin las eitt sitat úr reyðubók hjá Mao, og síðan útlegði hann sannleikans tekst, sum ein annar predikantur. Eg skal ikki nevna eitt einasta navn, men hesin orðstýrarin er í dag kendur limur í Tjóðveldisflokkinum. Og hann er ikki tann einasti, sum endaði har.
JCC nevnir meg ?stóran dialektikara?. Hevði verið vísur í, at JCC sjálvur visti hvat ið dialektikkur er, so hevði eg tikið tað sum ein stóran heiður at fingið hetta heiti. Men eg eri næstan vísur í, at JCC ikki veit nakað um dialektikk, sum er eitt tað torførasta hugtakið innan filosofi/heimspeki. Men kanska fari eg skeivur í hesum.
Nógv onnur hava skilt ørindi mítt í viðmerkingini, tað er bara ikki sent bløðunum. Tað, sum JCC hevur sent bløðunum, vísir tíverri, at hann ikki hevur skilt viðmerkingina.
Vinarliga
Rolf Guttesen
9.11.99