Orðarættindi

Virgar T. Dalsgaard
----
Síðani annað verðinskríggj endaði, hava vit gjøgnum ST og aðrar politiskar stovnar lært at respektera og virða MANNARÆTTINDI, og man hevur hjálpt teimum forfylgdu og jagstraðu, bæði etniskt, nationalt og seksuelt diskrimineraðum. Flestu lond hava fingið eina racismuparagraf og í civiliseraðum londum hevur man givið teimum forfylgdu asyl og uppihaldsloyvi. Og væl er, at so er.
MEN NÚ má túrurin vera komin til Orðarættindi. Tað hevur jú verið førd ein eirindaleys jagstran av sakleysum og forfjónaðum orðum nú í meira enn eina hálva øld her hjá okkum. Kyniskir puristar hava sloppið at forfylgt sakleys orð, og bert fá hava havt dirvi til at tala at teimum. Nógv orð eru hjartkipt flýggjaði út undir væðingina í samfelagnum ella inn hjá góðum fordómsfríum fólki, sum hava torað at givið teimum moralskan stuðul og psykologiska fyrstu hjálp. Tíverri er ST enn ikki orienterað um hesi ósømiligu og skammiligu viðurskifti, so vit hava enn ikki fingið nakra purismu-paragraff!
Nógv av orðunum eru alvorliga løstaði av herviligum og miskunnarleysum málstríði, nógv eru fjøtraði, útihýst ella beinleiðis fongslaði í traumatiskum einsemi, uttan nakra lógarheimild. Onnur eru illa happað og næstan neyðtikin av óstortsligum puristum.
Miðað eigur tí at vera ímóti, at vit heilt analogt við mannarættindini fara at geva forfylgdum orðum grið, frið, amnesti og innivist.
Listin við happaðum, vrakaðum og forfjónaðum orðum er so mikið langur, at eg fari ikki at ramsa hann upp her, men vit kunnu úr rúgvuni taka nøkur heilt fá brutal dømi um heilt meinaleys orð, sum eru so terroriserað, at bert fáur hampamaður opinlýst torir at umgangast tey socialt. T.d. orð sum "blíva", ´"brúka", "begynna", "forstanda" etc., etc., etc

Ófyrigeviligt orðamorð
Í fyrsta umfari mugu vit geva teimum diskrimineraðu orðunum asyl, umsorgan og uppihaldsloyvi og sleppa teimum út aftur í orðameingi hjá meinigum fólki og síðani líðandi rehabilitering í gerandisdegnum hjá sakligum skilafólkum á gøtuni - seinni kunnu tey kanska við strongum málfútaeftirliti sleppa inn í onkra liberala orðabók og saman við bendingasterkum bodyguards kunnu tey kanska blíva brúkt við onkran fyrilestur og sleppa til okkurt fundarhald ella inn í onkra skúlabók sum eina roynd, ja, hvør veit, kanska sjálvt útvarpið hevði torað at sloppið teimum framat undir sterkum eftirliti sjálvandi. Orðarættinda-vinir og amnesty-bólkar kunnu hjálpa teimum við at lofta sær í fyrstuni og geva teimum optimala umsorgan, tí tey eru traumatiskt sera illa fyri av tí linguistiska paranoia-syndrominum, nú tey hava verið útihýst, pínd, svøltað og særd í tveir heilar mansaldrar.
Skipað eigur at vera fyri einum glosu-traumucentri í hvørjari sýslu, har kønir, men humanir og empatiskir stavarar og grammatiskar kempur ansa eftir teimum. Tað er umráðandi, at øll jagstradi orð verða registrerað og fáa innivist. Tað er ongantíd for tíðliga at fara í holt við ein slíkan lista. Eingin má liggja úti á berajólum.
Empatiskir bólkar mugu stovnast, sum hjálpa og dugna teimum til aftur at fáa normaliseraði orðabóka-rættindi. Tað er stór synd í orðum, sum ongan góðan hava.
Vit kunnu ikki longri passivt hyggja at hesum hjartaleysa orðamorði. Vit, sum nevna okkum eina mentaða tjóð, mugu tala at, tá ið málsligir grobianar ætla at beina fyri stórum sakleysum og mentaðum orðaflokkum, sum hava noyðst at flýggja, kroka og krógva seg í fleiri mansaldrar.