Orðabøkurnar eru alneyðugar

Tað má ongantíð blíva ein spurningur, um vit skulu hava orðabøkur á føroyskum. Orðabøkurnar eru eitt grundleggjandi amboð í føroyskari málmenning, sigur Jonhard Mikkelsen Síðani fyrst í 90?unum hevur Jonhard Mikkelsen brúkt nógva tíð og orku til at gera orðabøkur á føroyskum. Seinasta útgávan er stórverkið við orðabókunum føroyskt-enskt og enskt-føroyskt, sum varð lagt fram fríggjadagin.

- Tað má ongantíð blíva ein spurningur, um vit skulu hava orðabøkur á føroyskum, ella um vit pengar kunnu latast til orðabókaarbeiði. Tað má verða púra greitt, at vit mugu hava orðabøkur á føroyskum, og orðabøkurnar eru eitt grundleggjandi amboð í allari føroyskari málmenning, segði Jonhard Mikkelsen við Rás2 fyrrapartin.

- Vit skulu bara finna fólkini, sum hava hug og evni at arbeiða við orðabókum, og so skulu vit royna at hjúkla um tey, segði hann.

Samrøðan við Jonhard Mikkelsen verður endursend á Rás2 í kvøld klokkan 22.00.