Á samkomu á Føroyamálsdeildini í Nóatúni mikudagin, varð Móðurmálsorðabókin løgd fram. Ikki sjálv bókin, men ein fløga við innihaldinum. Orðabókin er nú teldutøk og fæst á fløgu.
Umframt at hava inni haldið í bókini, so er teldutøka útgávan smidligari og sum tað varð sagt á samkomuni, hon kann meira enn bókin.
Ein sleppur frá at fara frá telduni at blaða upp í teim hundraðtals síðunum. Einum nýtist heldur ikki at sløkkja tað, ið ein arbeiðir við á telduni, fyri at fáa orðabókina fram.
Gjørligt er at gera egnar viðmerkingar. Hesar nerva ikki fløguna, men koma bert á telduna, so tí fløgan er ein heild, ið iki kann broytast ella soleiðis farast orsakað av at brúkarin blandar seg uppí.
Eins og í sjálvari bókini, so eru bendingarmynstur við, formæli og nýtsluleiðbeiningar við. Myndir eru ikki við.
Sera hent er, t lætt er at sláa up og t.d. finna øll orð, har seinni liður er bátur, hvussu nógv orð eru skrásett sum bíbliorð og kanska eisini hvussu nógv orð eru eittnú sumbiardialekt.
At klippa, avrita, orð og nýta tey í egnum tilfari er heldur eingin trupulleiki.
Jógvan í Lon segði vegna tey, ið arbeitt hava við orðabókini, at tey fegnast um nú at hava tikið stigið inn í tøknifrøðina.Tað hann visti, so er hetta fyrsta føroyska orðabók á fløgu.
Petur Zachariassen, ið var verkstjóri og teldufrøðiligur stuðul í orðabókaarbeiðinum, vísti síðani, hvussu teldutøka útgávan virkaði.
Hann gav Jógvani í Lon rætt í, at hetta helst er fyrsta føroyska orðabókin á fløgu, men minti á, at orðabókin, ið Fróðskaparfelagið gav út eisini er teldutøk. Tó ikki á fløgu. Petur legði dent á, at tøkniliga heiðurin av orðabókaforritinum eigur Heini Justinussen.
Petur legði fløguna í telduna og vísti, hvussu farast skildi fram, tá teldutøka orðabókin verður løgd inn á telduna. Loyniorð er við hvørjari fløgu.
Vegleiðing er við allan vegin - á føroyskum - so ein kann neyvan fara skeivur í innleggingini. Telduútgávan er bert tistakteldur, ikki net. Tó kann t.d. ein fyritøka nýta fløguna á fleiri teldum. Høvuðsreglan er , at bert ein nýtari er til hvørja fløgu í senn..
Teldutøka orðabókin fyllir eini 8-9 Mb og kann bert nýtast til PC.
Móðurmálsorðabókin á fløgu kostar 340 krónur. óivað góður stuðul hjá mongum, ið fáast við skrivligt avrik dagliga ella heima við hús.