Orðabókin sjeytifimm

Leygardagin var stórt hátíðarhald í høllini á Føroya Læraraskúla í sambandi við, at Orðabókin kom út, og at maðurin við sama eyknevni, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, fylti 75 ár.

Bókin er eitt heiðursrit í sambandi við føðingardagin. Í bókini eru allar tær 198 orðabókasendingarnar, sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen hevði í útvarpinum árini frá 1969-1993.

Tað er Anfinnur Johansen, lektari á Føroyamálsdeildini, sum hevur lagt »Orðabókina« til rættis, og tað var eisini hann, sum handaði honum fyrsta eintakið av bókini.

Fleiri røður vórðu hildnar. Fyrstur var Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum, sum hevur givið bókina út. Hinir røðararnir vóru Anfinnur Johansen, Turið Sigurðardóttir, Hanus Kamban, Árni Dahl, Martin Næs og Signar á Brúnni.

Kór við Ólavi Hátún sang nakrar sangir. Síðani høvdu fólk høvi at ogna sær bókina og fáa hana signeraða av Jóhan Hendriki Winther Poulsen.

Vit prenta í dag røðuna, sum Anfinnur Johansen helt.