Teir báðir, Anfinnur og Jonhard, hava framt eitt megnaravrik við hesum báðum orðabókunum, ja, eina málsliga kollvelting. Sum brúkari og sum føroyingur sigi eg til lukku og takk!
Takki eisini fyri eina stórfingna løtu í læraraskúlahøllini, tá orðabøkurnar vórðu lagdar fram alment.
Sama kvøld var annars kjak í sjónvarpinum um enska ávirkan á føroyskt. Løgið, at teir slíka løtu ikki heldur fegnaðust meir um , at tað nú er lættari at sleppa inn í alheimsmálið enskt. Og, ikki minst tað, sum ikki varð tikið upp á tungu í sjónvarpinum, at vit nú sleppa beinleiðis millum føroyskt og enskt, uttan at skula noyðast gjøgnum danskt. Tað er ovurstórt framstig, tað er málslig kollvelting!
E.S. Ikki: eini góð páskir, men: Eg ynski øllum einar góðar páskir!
Við málkvøðu