Orðabók fyri ættargranskarar

Heini Madsen hevur skrivað og forlagið Skúvanes givið út

Nú um dagarnar er komin út orðabók fyri ættargranskarar. Tað er Heini Madsen, sum er hálvur føroyingur, ið hevur gjørt bókina. Bókin er ætlað sum ein hjálp hjá teim nógvu sum fáast við ættargransking, og sum av og á renna seg inn í orð, hvørs merking, tey ikki eru heilt viss í. Tað kunnu vera orð og hugtøk frá eldri tíð umframt fyribrigdi innan ættargransking. Í fororðunum sigur høvundurin, at øll orð og orðavendingar innan hesa greinina helst ikki eru komin við.

Orðafrágreiðingarnar eru stuttar, tí sum høvundurin tekur til, er ikki ætlanin at skriva eina leksikon, men eina orðabók. Í fororðunum verður sagt, hvussu orðabókin er skipað og hvør mannagongd er brúkt. Tað verður ikki tilskilað, hvørjum orðabókin er ætlað. Hon er á donskum, men føroysk orð og orðafelli eru við. Aftast í bókini er yvirlit yvir páskadagar og annað umframt ein teljikalendari.

Heini Madsen, sum er lærari og rithøvundur, hevur áður givið bøkur út, t.d. Fólkateljingin í Føroyum 1801, ið kom út í 1989, Færøerne i 1000 år, sum kom út í 1990, Vestbjerg skole, sum kom út í 1990, Grind, Færøernes hvalfangst, sum kom út í 1992, Børn og ung í Føroyum, sum kom út í 1994 og Fólkateljingin 1850, sum kom út í 1995.

Orðabókin fyri ættargranskarar er givin úr á forlagnum Skúvanes. Hon kostar 75 krónur.