Tá føroyska mansstafettin fór fyrst á mál týsdagin, var hetta samstundis nýtt met fyri Føroyar. Í teirri løtu fór 2007 liðið framum úrslitini á heimavølli í 1989, har Føroyar fingu seks gullmerki.
Upprunaliga vóru almennu boðini frá svimjarunum annars, at tey høvdu vónir um eini fimm gullmerki. Tað málið er í øllum førum væl og virðiliga rokkið eftir teir báðar fyrstu kappingardagarnar. Men hetta var kanska eitt mál, sum eingin tordi at tosa hart um.
- Eg eri kanska eitt sindur svakligur. Men eg hevði hopað, at vit kláraðu eini 11 gullmerki. Og tað sær eisini út til at halda, segði ein av føroysku stafett-manningini, Kristian Olsen.
»Optimisturin hjá okkum« var onkur av liðfeløgunum skjótur at svara, men við átta av slagnum higartil, so er kanska ikki so veruleikafjart at droyma um, at hetta kann verða úrtøkan.
Og Beinir Davidsen kundu so eisini staðfesta, at kanska var Kristian ikki heilt svakligur kortini.
- Talið av gullmerkjum fer upp um hasi ellivu. Tað verður so við vissu besta oyggjaleikaárið nakrantíð hjá føroyskari svimjing.