Tann kenda amerikanska sjónvarpskvinnan Oprah Winfrey ´hevur gjørt av at gevast við sendirøðini ?The Oprah Winfrey Show? á heysti í 2011. Sendingin, sum hevur vunnið fleiri virðislønir, verður víst í 145 londum og hevur umleið sjey milliónir hyggjarar hvønn dag.
Tann 9. september í 2011 fer tann seinasta sendingin á skíggjan. Tað merkir tó ikki, at Oprah Winfrey gevst í sjónvarpi. Saman við Discovery hevur hon stovnað eina nýggja rás, ?The Oprah Winfrey Network?, sum ætlandi fer at senda eina ferð næsta ár.