Oprah offur fyri rasismu

Tá tann kenda amerikanska sjónvarpskvinnan Oprah Winfrey nú um dagarnar ætlaði sær inn í handilin Hermes í París, vildu starvsfólkini ikki lova henni inn.

New York Post skrivar, at starvsfólkini bóðu sjónvarpskvinnuna fara útaftur, tí tey høvdu havt stórar trupulleikar við norðurafrikanarum. Eftir øllum at døma hava tey hildið, at Oprah Winfrey var ættað úr Norðurafrika, tí sannleikin var, at eingin av starvsfólkunum í handlinum kendi hana, so løgið tað kanska ljóðar. New York Post leggur tó afturat, at hendan dagin hevði Oprah Winfrey ikki tað hársniðið, sum hon vanliga hevur, tá hon er á skíggjanum.

Herfyri bleiv annars kunngjørt, at Oprah Winfrey er tann av teimum kendu persónunum í heiminum, sum oftast verður umrødd í fjølmiðlunum. Men hárið hevur eftir øllum at døma eisini nógv at siga.