Líka síðani kappingin um demokratisku uppstillingina byrjaði, hevur Barrack Obama havt ilt við at standa seg ímóti Hillary Clinton, og hóast hann onkuntíð hevur togað seg eitt vet inn á hana, er hann sum oftast dragnaður aftur stutt eftir. Nú hevur hann ásannað, at uttan hjálp kann hann ikki fáa fyrrverandi forsetafrúuna aftur.
Tað eru fáir persónar í amerikanska sjónvarpsmeldrinum, ið eru betur umtóktir enn Oprah Winfrey, og hon hevur einki ímóti at brúka sítt góða umdømi til at hjálpa Obama við. Tað er ikki nakað nýtt, at hon styðjar Obama í valstríðnum. Í septembur skipaði hon fyri einum innsavningartiltaki til frama fyri hansara valstríð.
Næsta vikuskiftið skal Barrack Obama halda røðu á veljarafundum í statinum Iowa, og tá fer Oprah Winfrey at hjálpa honum. Hon verður eisini á veljarafundum í New Hampshire og South Carolina í næstum. Tann 3. januar verða tey fyrstu uppstillingarvalini, og tá fæst at síggja, hvat Obama hevur fingið burtur úr hjálpini.
-Eg kann ikki hugsað mær nakran kendan amerikanara, ið hevur somu støðu sum hon, og tað kann væl henda, at hon kann avgera uppstillingina hjá demokratunum, sigur Donna Brazile, ið stóð fyri valstríðnum hjá Al Gore í 2000.