Oprah heimsins valdmiklasta

Forbes Magazine hevur nú kunngjørt árliga listan yvir tey kendu, sum hava størst vald. Eftir at hava verið longur niðri á listanum í nøkur ár, er Oprah Winfrey aftur ovast. Forbes Magazine leggur dent á lønina, og hvussu nógva umrøðu tey kendu fáa í miðlunum.

 

Og tað eru kvinnurnar, sum í ár hava yvirtakið á monnunum. Seks av teimum, sum liggja á topp 10, eru nevniliga kvinnur.

 

Nakað eftir Oprah, á ørðum plássi, liggur Beyoncé, á fjórðaplássi er lady Gaga. Nummar seks er Britney Spears, nummar átta er Sandra Bullock og á tíggjunda plássi er Madonna.

 

Oprah Winfrey hevur sambært Forbes Magazine eina ársløn á 315 milliónir dollarar.