Eftir 25 ár snarar Oprah Winfrey lykilin til hennara vælumtóktu sendirøð The Oprah Show. 25. mai verður seinasta sendingin á skíggjanum. Sjónvarpsverturin greiddi longu frá í 2009, at hon fór at steðga sendingini eftir eitt kvart árhundrað, sum er tann 25. mai í ár.
Sendingin hjá Oprah hevur vunnið ógvuliga nógvar heiðurslønir, og Oprah var kosin at verða ríkasta myrka kvinnan í 20. øld.
Á einum árið var hon eisini tilnevnd einasti myrki millarderurin í heiminum.
Summi meta eisini, at Oprah er tann valdsmiklasta kvinnan í heiminum.
Tann 57 ára gamla Oprah Winfrey fer framyvir at nýta tíðina til hennara egnu sjónvarpsstøð, við navninum OWN.










