Guðrið arbeiðir dagliga í Margarinfabrikkini saman við Fríða Bjørgvin, og saman hava tey tikið stig til at geva sangskrivarum eitt stað at koma fram og spæla sín tónleik. Tiltakið verður einaferð um mánaðin, og ætlanin hjá teimum er at hava ymsar sangskrivarar at framføra hvørjar ferð – bæði royndar sum óroyndar. Afturat sang og sangskrivara framførslunum er eisini opin mikrofon fyri øllum, ið ynskja at framføra okkurt. Tað veri seg yrkingar, tónleikur, sjónleikur, hvat sum helst. So leingi tað kann gerast í eina mikrofon og ein forstyrkjara.
Egið og lænt
Til fyrsta sangskrivarakvøldið seinasta fríggjadag vóru tað Guðrið og Fríði, ið sjálvi framførdu. Guðrið nøkur løg av fløguni hjá sær, umframt eitt nýtt lag, ið kemur á næstu fløguna. Fríði nakrar egnar akustiskar útsetingar av løgum hjá Queens of the Stone Age, Linkin Park, Opeth og sínum egna bólki, Ineptus. Hann framførdi eisini tvey løg á føroyskum, ið pápi hansara hevur skrivað.
Næsta sangskrivaratiltakið verður 7. mars. Á skránni hetta kvøldið eru m.a Jóan Petur og Eva Maria Bláhamar. Eva Maria er ikki hoyrd fyrr, men Jóan Petur gav nýliga fløguna »Bow and Arrow« út. Hon hevur fingið góða umtalu og er blivin nógv spæld í loftmiðlunum. Jóan Petur hevur tó ikki gjørt nógv um seg alment, og mær vitandi er hetta fyrstu ferð, hann fer at framføra til eitt tiltak við egnum tónleiki.
Feedback
- Vit gera tiltakið fyri at kunna bjóða sangskrivarum fram. Tað er annars eingin pallur fyri hesi at framføra sín tónleik. Inntil nú hevur tað verið soleiðis, at tey antin mugu fara á »lokalu barrina« og spæla singalong ella sita heima einsamøll og plinkra. Nú vilja vit hava tey fram, tí vit vita, at tað er ein rúgva av evnaríkum persónum har úti við einari rúgvu av tilfari, ið bara bíða eftir at sleppa at framføra tað fyri fólki. Einki er meira týdningarmikið fyri ein tónleikara, enn at fáa víst tað fram, ið ein ger, soleiðis at ein kann finna útav, hvar ein stendur. Um tað, sum ein hevur arbeitt við, er gott ella ikki; um fólk taka ímóti tí, greiðir Guðrið frá.










