Opiumsmet í Afghanistan

Alt fleiri bøndur í Afghanistan velja at dyrka opium, og í ár setir útflutningurin nýtt met.


Hóast USA og hini londini, sum hava hermenn í Afghanistan, hava roynt at fáa bøndurnar at dyrka okkurt annað enn opium, er gongdin tann beint øvugta. Í einari nýggjari frágreiðing skriva ST og Heimsbankin, at alt fleiri bøndur dyrka opium, og at teir fara at heysta umleið 50 prosent meiri í ár enn í fjør.

Í frágreiðingini stendur, at allar royndir at tálma opiumsdyrkingini eru miseydnaðar orsakað av umfatandi korrupsjón. Kemur ikki vend í, fer opiumsbúskapurin at hótta allar royndir at endurreisa landið.

Tá Taliban hevði valdið í Afghanistan frá 1996 til 2001, sluppu bøndurnir ikki at dyrka opium, men síðani NATO-innrásina eru bøndurnir aftur farnir at dyrka opium við tí úrsliti, at Afghanistan nú letur 90 prosent av øllum opium á heimsmarknaðinum.