Ein nýggj Gallup-kanning vísir, at føroyingar vilja tosa meira opið um evnið insest. Tað kann fáa fleiri mál fram, heldur serfrøðingur.
Tað byrjaði við, at abbin varð misnýttur av sínum egna pápa. Abbin misnýtti síðani son sín, sum at endaði krenkaði dóttir sína. Hetta ljóðar kanska ósannlíkt, men sovorðið hendir. Insest kann fyrifarast í fleiri ættarliðum, uttan at tað kemur fram.
”Insest kann fara fram í ættarliðum, uttan at tað verður uppdagað. Nógv hava kanska illgruna um, at okkurt er galið, men velja heldur at tiga, tí hetta er eitt so álvarsamt evni. Um tey siga nakað, eru tey í vanda fyri at verða ákærd fyri at lúgva ella baktala. Og tí kann eisini vera torført at fáa nakran at vitna í slíkum málum,” sigur Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur.
Orsøkin til, at viðurskiftini eru á henda hátt er, at insest er eitt evnið, sum ikki verður tosað um millum manna. Tað er tabu, heldur Eyðun Andreassen.
- Tað er ókent fyri fólk. Fremmant. Hjá nógvum er hugtakið als ikki til; tey vamlast við tað, og tí skotra tey tað burtur. Tað er púrasta tabuiserað, greiður Eyðun Andreassen frá.
Ein nýggj kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri at lýsa hugburðin hjá føroyingum til insest, vísir eisini, at insest er tabu. Kanningin vísur, at umleið 60 prosent halda, at tað er torført, um ikki ómøguligt, at tosa opið um insest.
Torførari í lítlum samfeløgum
Ein av orsøkunum til, at insest er tabu, er, at Føroyar er eitt lítið samfelag. Tað heldur ein stórur partur av íbúgvunum.
Tey halda, at tað er stórur munur á, hvussu insest verður handfarið í lítlum samfeløgum, samanborið við stórbýir. Eyðun Andreassen greiðir soleiðis frá hesum viðurskiftunum:
- Tað er lættari at liva eitt anonymt lív í stórbýum. Í Føroyum er tað ógjørligt at krógva seg; tað hjálpir ikki at flyta frá lítlu bygdini til Havnar fyri at hvørva í mongdini. Tann einasti møguleikin er at flyta uttanlands.
Í lítlum bygdum, har øll kenna øll, kann tað vera torførari at koma víðari, tá eitt insestmál er komið fram. Ístaðin verður lok lagt á málið, heldur enn at tosað verður opið um tað.
- Nógv uppliva insest sum nakað, sum ongantíð hevur verið kjakast um, og tí er tað óítøkiligt fyri tey, sigur Eyðun Andreassen, sum heldur, at tað í stóran mun er eldra ættarliðið, sum letur vera við at umrøða evnið.
Hetta rákið er eisini sjónligt í Gallup kanningini, har 21 prosent av teimum spurdu ikki vildu svara uppá spurningarnar um insest. Tey svaraðu harafturímóti uppá hinar spurningarnar í kanningini, sum millum annað vóru um netvanar og sjónvarp. Í aldursbólkinum 60+ noktaði sætti hvør at vera við. Hjá yngra ættarliðnum er hetta bert galdandi fyri níggjunda hvønn.
- Yngra ættarliðið kennir betur hugtakið, tí tey koma í samband við fyribrygdið á eitt nú alnetinum og gjøgnum sjónvarpið, sigur fólkalívsfrøðingurin.
Men sjálvt um orðið insest er meira kent millum tey yngru, so merkir tað ikki, at tey halda, at tað er lætt at kjakast um.
Ynskja meira opinleika
Sjálvt um evnið er tabu, so ynskja fleiri meira dialog um evnið sum annars ofta verður tagt íhel. Og kanska kann tann eftirspurdi opinleikin bróta tabuið.
Heili níggju av tíggju føroyingum halda, at tað átti at verið tosað meira opið um insest. Hesin hugburðurin kann botna í, at fleiri mál í dag ikki koma fram, heldur Eyðun Andreassen:
- Fylgjurnar av, at eitt evnið er tabu, er, at tað kann halda fram. Tá ongin tosar um ein trupulleika, so verður hann ikki loystur, og tí eru tað fleiri mál, ið ikki koma upp til yvirflatuna.
Sjálvt um ein stórur partur av íbúgvunum ynskja at tosa meira opið um insest, so kann tað vera torført at spáa, nær og hvussu tað skal henda. Tað hevur Eyðun Andrassen eitt boð uppá:
- So við og við eru tað rættiliga nógvir føroyingar, sum lesa uttanlands, og tá tey koma aftur, síggja tey ofta alt øðrvísi. Við meira útbúgving og betri upplýsing, haldi eg, at tað við tíðini fer at verða tosað meira opið um insest.
- Insest er ikki eins stórt tabu, sum tað hevur verið. Fyri 30 árum síðani, kundu fjølmiðlarnir ikki droymt um, at gjørt nakað við evnið, men tað gera teir í dag. Orsøkin til broytingina er at finna í menningini av fleiri altjóða sjónvarpsrásum og útbreiðsluni av alnetinum, peikar Eyðun Andreassen á og leggur afturat, at í framtíðini fer insest ikki at vera eins stórt tabu í Føroyum sum tað er í dag.
----------
Hvat er insest?
Orðið insest merkir blóðskemd. Tað vil siga, at kynsligi ágangurin fyrigongur í familjuni. Tað kann vera:
Foreldur og børn
Ommur/abbar og barnabørn
Kynsligur ágangur millum systkin
Ágangur framdur av fosturforeldrum ímóti fosturbørnum
Kynsligi ágangurin kann koma fyri eina ella nakrar fáar ferðir, men kann eisini vera afturvendandi.
Insest kann til dømis vera:
at skula síggja kynsligt samband millum vaksin
at verða føldur uppá
at luttaka í onani ella oralseks
samlega/neyðtøka
Kelda: HYPERLINK "http://www.incest.dk" www.incest.dk










