Opin átala til Innlendismálaráðið

Tíðindaskriv frá Føroya Kommunufelag
Rósa Samuelsen, formaður

Føroya Kommunufelag átalar at Innlendis­mála­ráð­ið við stuðli frá ávísum fjølmiðlum er farið í herna mótvegis ávísum kommunum og kommunustøddum.

Í farnu viku kom fram at tríggjar kommunur í Norð­oyggjum høvdu ætlanir um at samstarva við Sunda og Eiðis kommunu á barna­verndar­økinum. Tað er ikki eiti á at henda sam­starvsroynd, gjørd í sátt og semju ímillum fimm kommunustýri, fekk ilt í Landsstýrismenn, komm­unupolitikarar og fjøl­miðlafólk.
Tað var ikki ætlanin hjá Før­oya Kommunufelag at leggja seg út í kjakið um hvussu kommunurnar skuldu skipa seg, hetta var jú álagt teimum at finna fram til sjálvar. Men ásetingin um at kommunurnar sjálvbodnar skuldi finna samstørv tykist nú bert at hava verið eitt skálkaskjól, fyri endaliga at avtaka kommunala sjálv­ræðið.

Barnaverndarlógin
Barnaverndarlógin ásetur at kommunur skulu finna saman í samstørv við einum fólkagrundarlagi ið telur í minsta lagi 1.500 íbúgvar. Við øðrum orðum hava allar kommunur, uttan Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Sunda og Fuglafjarðar komm­una, fyri neyðini at finna í samstarv við aðrar kommunur fyri at røkka ásetta fólkagrundarlagnum uppá 1.500 íbúgvar.
Smærru kommunurnar í Norðoyggjum gjørdu av at sláa seg sam­an, at kanna møgu­leik­arnar fyri sam­­­starvi við aðrar komm­un­ur. Fyri tryggja sær at komm­unur­nar høvdu veru­ligar valmøgu­leikar, vendu kommunurnar sær til Almanna- og Heilsu­málaráðið við fyrispurningi um hvønn týdning ásetingin um, at kommunur skuldu verða landafrøðiliga sam­an­hang­andi, hevði. Svar­ið frá Almanna og Heilsu­mála­ráðnum var greitt. Tá ið tunnil kom undir Leirvíksfjørð, var Eysturoyggin og Norð­oyggjar at rokna sum landa­frøðiliga samanhangandi. Bæði Klaksvíkin og hin­ar kommunurnar í Norð­oyggjum hava síðani kanna møguleikarnar fyri samstarvi yvir um Leirvíksfjørð.
Aftaná at hava kanna møgu­leikarnar sum stóðu teim­um í boði - sam­starv við Klaksvíkina, sam­starv við Fuglafjørð og Leir­vík, Runavík og hinar komm­unurnar í Eysturoynni og samstarvið Sunda og Eiðis kommuna - so hava tríggjar kommunur í Norðoyggjum avgjørt at arbeiða víðari við samstarvinum við Sunda og Eiðis Kommunu.
Kommunurnar hava í hes­um førum eis­ini sent Al­manna og Heilsu­mála­ráð­num ítøkiligan fyrispurning um hetta samstarvið, og hava fingið at vita at hetta samstarvið eisini verður góðtikið.
Sambært § 4 stk. 1 í barna­verndarlógini er tað Landsstýrismaðurin í Al­manna og Heilsumálum sum skal góðkenna Kommu­nala samstarvið.

Innlendismálaráðið
Men at tríggjar kommunur í Norðoyggjum umhugsaðu annað samstarv enn Klaks­vík­ini, fekk ilt í Lands­stýris­mannin kommunumálum. Hann hevði brádliga saman við Landsstýrismanninum í almanna og heilsumálum evsta vald á økinum, og hetta hóskaði als ikki inn í eina størri ætlan viðvíkjandi kommunusamanleggingum sum Jógvan við Keldu hevur. ( Sí viðtalu í dimmalætting 16. november) Eftir øllum at døma ein fjald dagsskrá sum felagið ongan kunnleika hev­ur til.
Um so er at Innlendis­mála­ráðið arbeiðir við eini ætlan um leggja komm­un­urnar saman í størri kommu­nalar eindir, so er at handla samsvarandi, og ikki brúka ásetingar í eini barna­verndarlóg sum jarnbrot til røkka málinum.
Skal hinvegin verða nakað høpi í at tosa um sjálvboðið samstarv ímillum kommunur, so ber ikki til at áseta landa­­frøðiligu rammurnar fyri samstarvinum framm­an­undan. Tað svarar til fólka­­ræðið handan gamla jarntjaldið, har øll høvdu val­rætt, men bert ein val­møguleika.

Innlendismálaráðið enn einaferð
Samstundis sær út til at Innlendismálaráðið rættu­liga er farið í herna ímóti smærri kommununum. Einki skil er í roknskapinum í smærru kommununum, sigur embætismaður í inn­lendismálaráðnum ( Dimmalætting 7 november). Arbeiðsbólkur er settur at gera felags roknskaparreglur, og hesin verður liðugur 1 mars 2006 (Dimmalætting 8 november).
Kommunurnar hava bíða eftir hesum felags rokn­skaparleisti í fleiri ár, men arbeiðið var ikki komið langt ávegis tá seinasti fundur var í mars mánaði í ár, og síðani er einki hent. Tað er landsmynduleikin ið liggur omaná hesum málið og ikki kommunurnar.
Ta sær út til kommunu­støddin fær skylduna fyri líkt og ólíkt í hesum døg­um. Bara eindirnar vera størri, til dømis eindir sum Leirvík Fuglafjørður, Klaksvík og restin av norð­oyggjum ( Citat Jógvan við Keldu Dimmalætting 10 november), so kunnu trupul­leikar viðvíkjandi felags roknskapar reglum og aðrir trupulleikar við, loysast at kalla beinanvegin.
At Innlendismála­ráð­harrin droymur um eina stór­kommunu sum fevnir um Norðoyggjar og eystara part av Eysturoynni er kunn­ugt fyri teim flestu, men at taka sjálvræðið frá ávísum kommunum fyri røkka hes­um málið kann ikki góð­takast.
Viðvíkjandi óskili í rokn­skapi so er eftir okkara tykki eingin beinleiðis sam­anhangur ímillum stødd og óskil. Ávíst óskil er hjá nøkrum smáum eins og hjá stórum kommunum. Men ábyrgdina av at gera felags roknskapar reglur liggur hjá landinum.

At enda
At Dimma ákærur Komm­unupolitikarar bert at hugsa pengar og ikki um manna­lagnur ( Leiðarin 16. november), sigur væl meira um greinskrivaran enn um kommunurnar. Komm­un­urnar hava gjørt eitt megn­ararbeiði fyri at gerast klárar at yvirtaka barna­verndarøkið 1. januar 2006. At onkrir trupul­leikar hava stungið seg upp, var ikki meira enn væntandi. Men trupulleikar eru til fyri at loysa, og tað eru teir vónandi eisini 1 januar 2006.