Tað lekur millum opinleikan og trúnaðin. Tað lekur so illa, at fólkaræðið hevur fingið blámusopp í sálina. Eingin eykajáttan fær beint fyri honum. Heldur ikki fakfeløgini, sum spæla politikk, tá neyðin er í durunum.
Landsstýrið ætlaði at byggja ein opnahjall at turka atfinningar og ivaspurningar í.
Ikki ein hjall á sjónum, men undir sjónum.
Hann bleiv ikki bygdur, opnahjallurin, tí øll vistu alt um hann. Eisini, hvussu nógv hurðarnar við gyltu handtøkunum fóru at kosta. Bíða nú, ein opnahjallur hevur onga hurð. Men júst tað visti eingin. Tað, og bara tað, var í trúnaði í einum pengaskápi úr jarnstyrktum betongi.
Loyniorðið CIPKPH, men sig tað ikki fyri nøkrum.
Opið hús og kalt borð, øll vælkomin, tunnilsdagar, tí fólkaræðið vann, rættvísið sigraði.
Fólkaræðið krevur gjøgnumskygni í opinleikanum.
Á oktoberfestivali í september á bygd jarmaði alt demoliðið í holið hvørt á øðrum. Og nú jólini nærkast av álvara, holukøkur omaná.
Lokið skal takast av Havnará í Tórshavn C. Og tá fara allir fólkaræðisfjeppararnir at rópa harðari og dansa lystiligari og detta av Vaglinum í berum mótmæliskæti. Opinleiki við opnu ánna. Lat teg upp, lat teg upp. Sesam, Sesam.
Fakfeløg dylja einki. Øll fáa alt at vita um lønarkrøvini í somu løtu, feløgini langa tey á mahogniborðið á Argjum.
Fakfeløgini skunda sær eisini at siga, hvussu lítið, Snorri og Jørgen vilja lata. Einki dult har.
Fjølmiðlar dylja heldur einki. Alt tað nógva, sum teir avdúka hvønn dag, verður slongt út í somu løtu, tað er grivið upp, nú heimasíðan er uppfunnin. Spakarnir stinga djúpt, deymurin og dampurin eru sum eiturgass.
Hvat bagir? Hava vit ikki opinleika yvir alla linjuna ella okkirt sórit har?
Innlit í útlit, segði LÍV einaferð. LÍV er við í CIP. Kipp CIP. Fult innlit í útlitini fyri holinum millum meginøkið og meginøkið og oljuhavnirnar.
Fólkaræðið steindoyr, um øll ikki vita alt. Í Danmark eitt nú er fólkaræðið ódoyggjandi, tøkkina eiga fjølmiðlarnir sum Ekstrabladet og SE & Hør, sum lyfta dýnur við krákunevum
Tað er gott at elska, sang Bubbi. Kanska so er, men tað er nógv betri at vita.
Vit í Føroyum eru eisini so heppin at hava demokrati. Hugsið tykkum bara óskilið í landinum, høvdu vit ikki fólkaræði.
Var eg so heiðin at siga, at vit eru heppin at hava demokrati? Tað er ikki hepni, als ikki. Fólkaræði er hart vunnin rættindi, sveitti og tár, ikki so nógv blóð kanska, hjá danskarum, sum vit so, sum allar aðrar ósiðir, hava fingið úr Danmark.
Uttan fólkaræði verða skilagóðar avgerðir ikki tiknar, eingin flatskattur, eingin makrelur, eingin sild, einki boykott, eingin alternativ farleið. Bara armóð, svøltandi einsamallar mammur og misrøktir pensjónistar, stórt hall í fíggjarlógini og bjartskygdar metingar.
Uttan fólkaræði einki fjórða statsvald, ella fimta statsvald, sum ein segði. Eingin leysur varðhundur við nýbrýndum handilstonnum,
Vit eiga at vita, ikki gita, segði 16.løgmaður Føroya eftir heimagjørdu lógina at stýra eftir.
Tí eiga vit ikki at stríðast við at gita, hvat stendur í kladduni hjá CIP og IMR, sála.
Tá klandursholið millum Eysturoynna og Tórsoynna er opið í báðum endum, verður neyðugt at byggja eina SMS, eina sølumiðstøð, afturat í Tórsholi.
Kortanei kortini, her skulu eingir hovsadanskarar koma og grava í okkara undirgrund. Hana fingu vit frá Schlüter í jólagávu fyri meira enn 20 árum síðani.
Sum ein illa sperdur í koti og húgvu úr mølposanum spurdi, hann fann einki pisshús á Fimmoyranum: hvar sleppi eg av við mítt alfagra land?