Reinsaríið fer í samstarvi við Annu Iachino og Arnold Ludvig undir eitt nýtt spennanid tiltak, tá Open Stage/Open Mic verður mikukvøldið 8. apríl.
Tiltakið er fyri øll tey, ið hava okkurt á hjarta og vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarartil at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt.
Tiltakið er ætla at vera ein ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki
Anna og Arnold úr MonkeyRat eru vertir, og hvørt kvøld hava tey boðið einum serligum gesti at framføra. Fyrsta kvøldið er tað ársins songkvinna á FMA, Greta Svabo Bech, ið kemur at framføra. Greta átti eisini ársins lag á FMA, og telist millum størstu tónleikanøvn í landinum.
SKRÁ:
19:30: Tilmeldan
20:00 – 20:30: Greta
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
20:45 – 22:00: Open Stage/Open Mic