Í hugvekjandi tíðargrein finst Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður at kringvarpspolitikkinum. Men greinin er eisini ein atfinning til føroyskan mentanarpolitikk. Tað argar tingmannin, at tað tykist, sum donsk lættisoppamentan fær alt meira rúm í føroyskum fjølmiðlum. Almenni public service stovnurin røkir ikki sína uppgávu sum tjóðarbyggjari. At mentan sum heild og serstakliga móðurmálið eru hornasteinar í allari tjóðarbygging og hesum munnu øll vera samd í.
Hvat merkja so hesar sera hvøssu atfinningar? Hvørji eru ørindi tingmansins? Er hetta gamaldags mentanarkonservatisma og gamal føroyskur ótti fyri, at útlendsk mentan útruddar okkara mál og mentan? Er hetta ein roynd at halda øllum útlendskum burtur frá føroyskum durum eins og valdshararnir í Kina og á Cuba á sinni royndu at forða fólkinum atgongd til alnótina? Ella er hetta eitt neyðarróp frá einum alt meira frustreraðum politikkara, sum ásannar, at almenni public service stovnurin, sum við lóg sleppur at krevja yvir fýrati milliónir frá brúkarunum samt fær íløgur úr landskassanum og hartil rekur kommersielt virksemi í eirindaleysari kapping við privatar miðlar, als ikki megnar at lúka tey public service krøvini at fjálga um móðurmál og mentan – at menna bókmentir og list, at geva uppvaksandi ættarliðinum eitt minstamát av mentanarligari kálvføðing?
Tórbjørn Jacobsen hevur grein í sínum máli, men fer hann ikki skeivur, tá hann gevur samanleggingini av ÚF og SvF skyldina fyri vánaliga standin? Er veruliga orsøkin til mentanarligu neyðina ikki júst hetta, at nýskipaði almenni public service stovnurin ikki fær ta fíggjarligu orku, sum honum tørvar? Stovnurin verður jú av politisku myndugleikunum tvungin at útvega sær part av fíggjarliga tilfeinginum við kommersiellum virksemi – at nýta førleikar og orku til annað enn public service. Eftir okkara áskoðan er tað her, ið vit skulu leita eftir meginorsøkini til misnøgd tingmansins. Tað ræður tí um at fáa til vega eina politiska semju um at tryggja kringvarpinum ta fíggjarliga støði, sum krevst fyri at framleiða gott public service og samstundis lata privatu miðlarnar hava lýsingamarknaðin í friði. Bert á henda hátt kunnu túsund blómur blóma og túsund meiningar brótast, sum Mao, sáli tók til.
Vit duga annars ikki at síggja, at føroyingar fara mentanarliga um koll, bert tí teir hava høvi at síggja danskt ella annað útlendskt sjónvarp, ella av at føroyingar taka lut í donskum undirhaldssendingum, spæla tónleik á donskum festivalum, spæla á donskum leikpallum ella spæla danskan fótbólt. Hetta kann bert vera gott. Føroysk mentan er fjølbroytt og sterk. Føroyskt mál stendur sterkt, men kundi verið betur røkt av okkum fjølmiðlum. Einhvør mentan stendur seg best við at verða vard, ment og samstundis at vera opin heimsins vindum, sum Piet Hein sigur. Tórbjørn endurgevur Heðin Brú, jú, men júst hann mælti eisini staðiliga føroyingum til at lata gluggarnar upp og at draga tjøldini frá, tí mentan byggir brýr millum tjóðir.










