Býráðsval
Elin Lindenskov, sum aftur hesa ferð varð toppskorari hjá Javnaðarflokkinum, ásannaði í gjár, at tað líkist einum plássi á síðulinjuni komandi valskeiðið.
- Í løtuni fái eg ikki gjørt tær nógvu viðmerkingarnar til valið, men sjálvsagt eru vit til reiðar, um nakar møguleiki verður fyri at fáa ávirkan.
Í hesum sambandi leggur Elin afturat, at tey so avgjørt vildi givið nógv fyri at fáa ávirkan. Í sama viðfangi leggur hon tó afturat, at sannlíkini fyri hesum ikki eru tey stóru.
Hon vísir á, at hinir flokkarnir hava allar møguleikar at gera samgongu uttan um javnaðarflokkin, og tí er ikki annað at gera enn at bíða.