Opin bók er evnið á fjølbroyttari og forvitnisligari framsýning hjá Súsan í Jákupsstovu, sum letur upp í Mentamálaráðnum hósdagin klokkan 15.
Framsýningin í Mentamálaráðnum fevnir um ymiskar listagreinar. Har eru áseymaðar myndir, batikkmyndir og vatnlitamyndir.
Súsan í Jákupsstovu hevur holla útbúgving í handaverki og list, og hevur gjøgnum árini undirvíst á hesum øki.
Fyri 5 árum síðan segði hon lærarastarvið frá sær fyri at arbeiða við listini burturav og hon hevur áður havt framsýningar her heima og uttanlands.
Íblástur til framsýningina í Mentamálaráðnum hevur Súsan í Jákupsstovu mest fingið úr okkara søgu og søgn.
Umframt at hava myndprýtt bøkur eru nógv listaverk hjá Súsan í Jákupsstovu á almennum støðum.
Til ferniseringina hósdagin fer Petra Iversen m.a. at syngja brot úr Rudisarvísu. Framsýningin er opin hósdagin frá 15.00-17.00 og er síðani opin til 1. november í vanligari arbeiðstíð hjá Mentamálaráðnum. Øll eru vælkomin.










