Opið til Sandoynna í dag

Í dag klokkan 13 verður síðsta skotið latið av í Sandoyartnlinum, og so verður opið milum Streymoy og Sandoy.

 

Í hesum sambandi bjóðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald í ítróttarhøllini á Sandi.

Har fara fleiri at halda røðu, áðrenn 94 ára gamla Harriet Korg Jensen av Sandi fara at skjóta síðsta skotið.

Arbeiðið at gera tunnilin hevur gingið so væl, at tey eru fimm mánaðir framman fyri tíðarætlanina.

Tað var í 2018, at arbeiðið byrjaði. Byggitíðin er fimm ár, og tunnilin skal vera liðugur í 2023.

Tunnilin er 9,5 metrar breiður og 10,8 kilometrar langur.

Metta ferðslan um samdøgrið er 300-400 bilar. Mesta hall í tunlinum er 5 prosent, og lægsta punkt frá havbotni er 147 metrar.

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Skráin við hátíðarhaldið verður hendan:

 

Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlum, bjóðar vælkomin

 

Bergur Poulsen, nevndarformaður, heldur røðu

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, heldur røðu

 

Gerhard Lognberg, heldur røðu

 

Brandur Sandoy, heldur røðu

 

Páll á Reynatúgvu, heldur røðu

 

Heri Sverrason, borgarstjóri, heldur røðu

 

Jørgen Niclasen og 94 ára gamla Harriet Krog Jensen, skjóta síðsta skotið

 

Kaffi og køka