Opið til á midnátt í Runavík

Trumfa er eitt tiltak á mentanarvikuni í Runavík við lívligari mentan og litríkari list, sum tikið verður til.

Í sambandi við mentanarvikuna í Runavík, sum verður sett í Løkshøll í morgin klokkan 15 og sum heldur fram alla næstu viku, verður fríggjakvøldið 25. oktober skipað fyri tiltakinum, tey rópa Trumfa.

 

Hetta er, sum fyrireikararnir siga, eitt kvøld við lívligari mentan og litríkari list og tað, sum fer at seta sín serliga dám á hetta kvøldið, er, at fleiri handlar í Runavíkar-økinum fara at hava opið heilt til á midnátt.

 

Men, handlarnir fara ikki bara at hava leingi opið. Teir fara eisini at hava nógv góð og forvitnislig tilboð - og tímatilboð, sum tey rópa tað.

 

Ein serstøk skrá er løgd fyri júst hetta kvøldið, sum byrjar klokkan 16 við, at Sjókafé'in letur upp við leskiligari matarskrá.

 

Her verður eisini fiskamarknaður í mentanartjaldinum á Glyvrum - og áhugavert bókmentakvøld við forlagnum Vencil á Bókasavninum við Løkin.

 

Fríggjakvøldið 25. oktober verða eisini listaframsýningar, fyrilestrar, mótasýning, live-tónleikur og føroyskur dansur.

 

Hæddarpunktið fríggjakvøldið verður útgávukonsertin hjá bólkinum Týr, sum byrjar í Løkshøll klokkan 22.