Mánakvøldið 9. mars hevur Klaksvíkar HF-skeið opið hús, og næmingar og lærarar siga frá, hvat skúlin hevur at bjóða, og hvussu umstøðurnar verða komandi skúlaár.
Lærarar og næmingar fara at siga frá, hvussu tað er at ganga á Klaksvíkar HF-skeiði. Høvi verður hjá áhugaðum umsøkjarum at fáa innlit í valmøguleikar og umstøður á skúlanum, og møguleiki verður eisini at fylla umsóknarblað út og lata tað inn.
Í dag húsast skúlin á Klaksvíksvegi 60 í hugnalig handilshølunum, Norðbúð hevði klædnahandil í síni tíð. Men skjótt flytur skúlin niðan á Tekniska skúla at halda til, væntandi í oktober, og har verða umstøðurnar munandi øðrvísi.
Kl. 19 bjóða vit vælkomin. Lærarar fara í stuttum at siga frá undirvísingini á HF, og Sigrun Skálagarð, umsitingarleiðari, fer at fortelja frá sólarmyrkingini og lærugreinini astronomi, sum eisini er ein valmøguleiki á skúlanum.
Øll eru hjartaliga væl komin inn á gólvið til hugnaliga samveru og ein kaffimunn











